Bátastevna
Leygardagin 20. mai verður árliga bátastevnan hildin í Vestmanna.
Vestmenningar eru sannførdir um, at hetta er hin besta og størsta stevnan av slíkum slagi í Føroyum, har bátar og smærri før úr øllum Føroyum seta stevnu í Vestmanna.
- Hetta er 5. árið á rað, at bátastevnan verður hildin í Vestmanna, og tiltakið hevur verið ógvuliga væl umtókt. Undanfarin ár hava upp í 200 bátar úr øllum landinum sett stevnu í Vestmanna.
Í Vestmanna er hugnalig samvera, meðan bátarnir liggja, har tónleikur og sangur runga á kaiøkinum til langt út á kvøldið.
- Menn og kvinnur ganga borð um borð til hugna, og reyp og sangur eru eitt sereyðkenni fyri bátastevnuna í Vestmanna, sum tikið verður til.
Umframt bátsfólki, hava undanfarin ár eisini fólk við kampingvognum, motorsúklum og fólk á hestbaki vitjað stevnuna. Síðan eru tað øll tey mongu, sum koyra sær ein túr til Vestmanna at verða við í hesum hugna saman við bátsfólki og øðrum, bygdarfólki og gestum.
Tey luttakandi á bátastevnuni fáa suppu og annað, og um kvøldið verður skipað fyri stórum bátastevnudansi í Ítróttarhøllini.
Ætlanin er eisini at skipa fyri fleiri tiltøkum á havnalagnum og í Ítróttarhøllini.
- Talan verður um tiltøk, bæði fyri vaksin og børn, siga tey í Vestmanna.