Hóast vestmenningar hava tapt bæði í Føroya Rætti og í Landsrættinum, ætla
teir ikki at gevast.Tað er markatalsmarkið ímillum Vestmanna og Kvívík, sum ósemja er um Umhvørvisstovan hevur gjørt av, hvar markið millum Vestmanna og Kvívík skal
vera Inni á Fjørð ? og eisini út á fjørðin, eftir at tað er uppfylt.
Í bygdaráðnum í Vestmanna vóru tey so ósamd um markið, at tey stevndu, men
Føroya Rættur staðfesti markið. Vestmenningar kærdu síðani málið til
landsrættin, men hann staðfesti eisini markið.
Men fyri vestmenningar hevur málið so stóran, prinsippiellan týdning, at tey
fara at royna at skjóta málið fyri Hægstarætt at taka støðu til.
Vestmenningar halda nevniliga, at matrikulmyndugleikin hevur onga heimild at
áseta mark út á sjógv, og tað vilja tey nú hava Hægstarætt at taka støðu til.
Men Karl A. Olsen, borgarstjóri í Vestmanna, sigur, at ætlanin er eisini at
samskifta við bygdaráðið í Kvívík um málið at vita, um tað ikki ber til at
finna semju.