Birgir Waag Høgnesen
~--------
Vit hava tvey tingfólk, tveir landstýrismenn, ein landsverkfrøðing, men ongan nýggjan fiskivinnuskúla enn
Hvar er menningin?
Vit hava seinastu mongu árini tosað nógv um førleikamenning og gransking. Føroyski flotin er nógv moderniseraður, men fólkini, sum skulu menna okkara fiskaframleiðslu, tey hava enn ikki fingi ein líkinda fiskivinnuskúla.
Tað verður mangan sagt, at vit liva mestsum einans av fiski, men vit skapa ikki neyðugu fortreytirnar fyri at menna okkara førleika innan hesa vinnu. Við hesum førleika kundu vit verið við í fremstu røð, tá ið tað snýr seg um framburð, bæði tøkniliga og innan nýggjar marknaðir.
Fiskivinnuskúlin:
Hvar er hann?
Heilt frá byrjan hevur fiskivinnuskúlin verið skerdur, men hóast hetta hevur hann ment seg heilt ómetalig nógv. Eg loyvi mær at ivast í, hvussu leingi leiðsla, lærarar og næmingar støðast undir so ósømiligum umstøðum, sum fiskivinnuskúlin hevur og virkað undir.
Skúlin hevur síðan byrjan húsast í trimum sethúsum og nú eisini á einum trolvirki í bygdini, so tað er eyðvitað, at hetta er ikki annað ikki ein lappaloysn, men hvar eru politikkararnir í Norðstreymi?
Tá vit øll hildu, at ljósast sá út, var ætlanin at keypa ein “gamlan” timburhandil, so skúlin kundi fáa líkinda hølir, men her fekk onkur í skipanini forpurrað, at skúlin skuldi liggja í Vestmanna, og tí varð keypið av ongum.
Í samgonguni undan hesari hoyrdist ofta, at fiskivinnuskúlin í Vestmanna skuldi ofrast í eini politiska kabalu og flytast saman við tekniska skúla í Klaksvík, men tá stóðu politisku feløgini í Norðstreymi saman.
Fyri ikki at “missa” skúlan av bygdini, tók Vestmanna Kommuna stig til at bjóða landsstýrinum ókeypis grundstykki inni á Fjørð, og myndugleikarnir tóku av. Men hvar er bygningurin, kundi vit spurt.
Nýggja samgonga
og fýra fólk
Tá seinasta landsstýrissamgonga varð skipð, var roknað fyri vist, at nú var rokkið á mál við fiskivinnuskúlanum í Vestmanna. Og hvat annað skuldi ein trúgva: Norðstreym fekk heili fimm fólk at ráa yvur, tá ið løgmaður hevði gjørt av, hvør skuldi sita saman við honum í Tinganesi; av hesum fimm átti Vestmanna fýra fólk.
Vestmanna kemur neyvan aftur í ta støðu aftur at fáa fíggjarmálaráharran (Bárður Nielsen), 2 nevndarlimir í mentunarnevndina í Løgtinginum, sum eru Olav Enomoto og Heidi Petersen, og so eisini Hans Paula Strøm, landsstýrismann.
Vit vita, at alt fiskivinnuskúlaprojektið er útbjóðað, og nú alt er innkomið aftur, sigur stjórin í Landsverki, sum eisini er vestmenningur, í viðmerking við fjølmiðlarnar, at innkomnu tilboðini eru ov høg. Hvat er so til ráa at taka hjá stjóranum í Landsverk? Jú, hann kann biða um meira pening frá politisku skipanini at fremja projetið, ella – sum nú er avgjørt – at fáa eina útlendska arkitektafyritøku at meta um projektið, tí so hendir als einki (“Da Fanden ville, at intet skulle ske, da satte han i verden den første komité”).
Tá flest hvørki merkir best ella mest
Við tveimum tingfólkum, tveimum landsstýrismonnum búsitandi í Vestmanna og einum vestmenningi í stjórastarvinum á Landsverki hevur tað enn ikki eydnast at skøva asfaltið inni á Fjørð, har fiskivinnuskúlin var ætlaður at standa.
Við einum pennastroki gav Torbjørn Jacobsen ordrar undir seinastu samgongu, at Heilsuskúlin skuldi leggjast á Tvøroyri. Fáa vit ein “nýggjan“ Tobba út í Tinganes eftir næsta val, so endar fiskivinnuskúlin í eini kabalu, har vestmenningar mugu síggja í eyguni, at tað ikki loysir seg, at hava nógv fólk í longum talvi.