Tað sær ikki so gott út hjá flakatrolarunum í ár sum í fjør og kemst hetta av stóra niðurskurðinum í kvotuni eystan fyri hjá flakatrolarunum.
Sørvágstrolarin »Vesturvón«, sum byrjar nýggjan túr aftur í morgin, hevði 5000 tons í rundum eystan fyri í fjør, men í ár er henda kvota bert 3.700 tons. Minkingin í kvotuni eystan fyri er sostatt 1300 tons og við tí flakaprísi, sum er nú, hava hesi 1300 tonsini eitt søluvirði um einar 15 mió. kr.
Í morgin fer »Vesturvón« í norskan sjógv, har kvotan er 1123 tons í rundum tilsamans. 396 tons av hesi samlaðu kvotu í norskum sjógvi eru flutt úr russiskum sjógvi, 339 tons toskur og 57 tons hýsa. Norska kvotan er 600 tons toskur og 127 tons hýsa.
Spurdur um »Vesturvón« fer á svartkalvaveiðu í ár, sigur reiðarin Ólavur Petersen, at tað velst alt um, hvussu fiskiskapurin verður eystan fyri í ar. Seinast frættist frá flakatrolarunum, lógu teir um 30-40 tons um vikuna, verður upplýst.
»Vesturvón« fiskaði 2000 tons í flaki í fjør, men upplýst verður ikki, hvussu nógv tolarin seldi fyri. Pf. Vesturvón hevur egið sølufelag, sum selir flakið til enska marknaðin.
Flakavirki
Í fjør keypti Pf. Vesturvón ein bygning frá Fiskavirking, sum nú verður gjørdur klárur til flakavirki. Bygningurin er 1400 fermetrar stórur og frystaríið tekur 900 tons. Ætlanin er at flakavirkið West Fish, sum nú húsast í øðrum bygninginum hjá Pf. Vesturvón, skal leiga henda størra bygningin, tá ið hann er klárur at taka í brúk, helst einaferð í summar.
Bygningurin ? tann Blái ? verður nú gjørdur í stand, so hann lúkar øll tey nýggjastu krøvini, sum verða sett í dag.