Veteranar fylgjast í singer/ songwriter finaluna

Ung talent og kingo sálmur í nýggjum hami kundu ikki forða Eystein Johannesen at vinna seg í singer/songwriter 2005 finaluna í Hafnia Lounge leygarkvøldið

Tað er munur á tónleikarum og munur á undanumførum. Leygarkvøldið kundi ein fullsett Hafnia Lounge aftur sanna, at tað eru nógv talent innan singer/songwriterstílin at finna í Føroyum. Men tað var kortini stórur munur á hesum umfarinum og tí fyrra, sum varð hildið seinasta leygarkvøld. Áhoyrararnir fingu rættiliga staðfest, at hóast singer/songwriterstílurin kann tykjast einstáttaðar, so finst eisini stórt fjøllbroytni innan hesa tónleikagrein.
Frískir ungir
Luttakararnir leygarkvøldið kunnu av røttum flokkast í tveir aldursbólkar. Í tí yngra endanum vóru 19 ára gamli Fróði Hansen og 21 ára gamli Pól Esbern Hanusarson. Teir báðir hava at kalla ikki verið at hoyrt alment í Føroyum, men báðir tveir bitu rættiliga frá sær leygarkvøldið.
Fróði var tann fyrsti á pallinum. Við sær hevði hann nakrar trúgvar stuðlar, sum heppaðu óført. Hann spældi tvey egin løg við egnum teksti. Men hann tók rættuliga fólk á bóli við einum nýggju lagi til eitt kent lag hjá Terja og Føstufressum. Fróði smæddist á ongan hátt burtur á pallinum. Tað sást týðuliga, at hann er glaður fyri at spæla tónleik, og hann dugdi væl at fáa fólkið við.
Tað sama kann sigast um Pól Esbern Hansen. Hann vildi ikki lata møguleika gleppa sær av hondum og meldaði seg til, og tað sømdi seg eisini. Eitt sereyðkenni við hansara tónleiki er, at hann leggur sera stóran dent á gittarspælið, og tað tóktist eisini sum um, at fólk tóku væl ímóti hansara tónleiki. Eingin ivi er um, at vit fara at hoyra meira til hesa báðar ungu tónleikaspíranir.
Ravnur og Kingo
Eystein Johannesen gjørdi ikki nógv burturúr sær sjálvum leygarkvøldið. Hann lat heldur tónleikin tala. Fjøruti ára gamli heimasandsmaðurin hevur drúgvar royndir sum bassspælari í bólkinum »Ravnar«. Men tað er ikki á hvørjum degi, at hann spælir alment fyri tíðina, hóast tónleikurin fyllir ein stóran part av hansara lívi. Sangirnir hjá honum vóru klassiksar kærleiks balladur. Til fyrsta sangin spældi hann griskan gittar við átta streingjum; til hinar sangirnar nýtti hann klaver sum ljóðføri. Tað svitast ikki, at hansara tónleikur hevur ein serligan dám, sum kanska ikki øll fella fyri beinanvegin.
Um nakar kundi sigast at vera favorittur leygarkvøldið, so mátti tað vera Niels Midjord. Flest allir føroyingar kenna Niels Midjord og hansara eyðkenda tónleik og sangir. Hann hevði meldað seg til fyri at stuðla tiltakinum. I skjáttuni hevði hann tvey nýggj føroysk løg, og hann hevði gjørt eitt lag til ein gamlan Kingo sálm. Kingo er eitt eindømi til tílíkar singer/songwriter kappingar, og Niels Midjord fekk enn einaferð staðfest sína serstøðu í føroyskum tónleiki. Niels hvíldi rættiliga í sær sjálvum, og hann er á ongan hátt farin av móta, sum tað eisini hoyrdist leygarkvøldið.
Veteranur víðari
Dómararnir brúktu langa tíð um at finna vinnaran hetta leygarkvøldið. Í síðstu viku vann Brandur Jacobsen seg víðari í finaluna. Hann hevur at kallla goymt seg burtur av føroyska tónleikapallinum, síðani hann gjørdist ársins songrødd í 1991.
Á sama hátt hevur lítið verið at hoyrt til Eystein Johannesen seinnu árini. Í áttatiárunum spældi hann nógv kring oyggjarnar við bólkinum »Ravnar«. Men tónleikadygdirnar hevur hann eftir øllum at døma ikki gloymt. Í øllum førum avgjørdu dómararnir til síðst at senda hann víðari til singer/songwriter 2005 finaluni, sum verður 5. november.
Síðsta innleiðandi
Komandi leygarkvøld 29. oktober kl. 22:00 verður 3. og síðsta innleiðandi umfari í ársins útgávu av singer/songwriter 2005. Luttakararnir verða aftur fýra í tali og tey eru: Símun Klein, Helgi Midjord, Petur Háberg og Evi Isaksen.