Súni í Hjøllum, Toftir
Fyrst í hesum valskeiðnum eydnaðist at fáa semju í bygdaráðnum um at vetrarfriða bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes. Hesi árini er neyðugur peningur avsettur (3 mió. kr), og somuleiðis eru allar neyðugar fyrisitingarligar fyrireikingar, sum áliggja kommununi, gjørdar.
Bøndurnir hava tikið fult undir við ætlanini, og tí var ætlanin longu at fáa avgreitt málið fyri einum ári síðan. Men trupulleikar hava tikið seg upp millum Jarðarráðið og bøndurnar.
Hóast kommunan hevur roynt allar hugsandi møguleikar við fundum og skrivum, so er málið ikki loyst.
Málið skal loysast nú ? beinanvegin! Fái eg ávirkan í einum nývaldum bygdaráði, fari eg beinanvegin at virka fyri, at málið verður loyst umvegis løgting og landsstýri.