Runnið verður á fløtuni við Studentaskúlan og inni í viðarlundini, eystaru megin Hvítanesvegin. Bert fáir metrar av asfalti eru á teininum, og tí er økið væl egnað til crossrenning.
Tey vaksnu renna 6 ferðir runt, 8 km, og børnini renna somu rutu, 2 ferðir runt, sum er 2,6 km. Øll byrja klokkan 11.
Í tíðindaskrivi siga fyrireikararnir, at øll kunnu verða við, sjálvt um tað eitur vetrarkapping og FM. Tilmelding fer fram á renn.fo, og er seinasta freist fyri tilmelding fríggjakvøldið klokkan 18.