Viðgera málið við opnum sinni

? Vit vilja hava meira sjálvstýri, men tað skal vera innan fyri ríkisfelagsskapin - men tað er eingin sum sigur, at tað skal vera tann sami ríkisfelagsskapurin, sum vit kenna í dag, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins

? Mær tykir, sum um landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum hevur alt ov nógvan skund, og at hann ikki gevur sær neyðugu tíðina, so at vit í felag kunnu finna røttu loysnina.

Hetta sigur formaðurin í størsta andstøðuflokkin, Javnaðarflokkinum.

Jóannes Eidesgaard sigur, at fleiri ferðir hevur ávarað Høgna Hoydal móti at skunda hetta málið í gjøgnum.

? Hann hevur eisini fleiri ferðir vent sær til mín og , hvussu neyðugt tað er, at vit í Javnaðarflokkinum verða við í viðgerðini, og eg havi sagt honum, at hann má geva okkum neyðugu tíðina til at viðgera málið - tí tað tekur tíð at finna út av, hvørjar avleiðingar ymsu stigini fara at hava fyri samfelagið.

Jóannes Eidesgaard er heldur ikki so fegin um, at landsstýrismaðuri biður løgtingið um fullmakt til at fara til Danmarkar at samráðast um fullveldi. Honum hevði betur dámað, at tað løgtingið sum stakk út í kortið, heldur enn at skula taka av eini »take it - or leave it« loysn, sum landsstýrismaðurin møguliga kann koma til.

? Raðfestingin í hesum máli er ikki tann rætta, og er harmur um, at løgtingið ikki verður tikið við, sigur Jóannes Eidesgaard, sum eisini heldur tað vera løgið, at formaður Fólkafloksins á tingi, Óli Breckmann heldur ikki heldur sín flokk hava fingið neyðugu tíðina at viðgera uppskotið.

? Men hvussu hevði tú so sjálvur viljað, at arbeiðið fór fram?

? Tað, sum okkum hevði dámt best var, at løgtingið setti hol á málið við at finna fram til, hvørja loysn ein so breiður meiriluti av tinginum sum gjørligt ynskti. Í veruleikanum hava vit tríggjar møguleikar í at velja:

? Sambandsloysnin, at eingin broyting hendir

? Gamla tjóðveldisloysnin, at loyst verður frá Danmark

? Ella okkara loysn, økt sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin.


Jóannes Eidesgaard sigur, at Javnaðarflokkurin sjálvandi er talsmaður fyri triðju loysnini - økt sjálvstýri innan ríkisfelagsskapin. Hann sigur, at Javnaðarflokkurin ikki er so fegin um, at Høgni Hoydal fer til Danmarkar at samráðast um ein sáttmála, sum løgtingið ikki kennir innihaldið í.

? Tó so, vit hava í tí stóra hoyrt um, hvat innihaldið skal vera, men vit kenna ikki avleiðingarnar. Tjóðveldisflokkurin hevur nú bíðað í 50 ár, hvat gjørdi tað, um teir bíðaðu nakrar dagar afturat og fingu løgtingið við í viðgerðina, spyr Jóannes Eidesgaard, sum heldur, at alt ov nógvir leysir endar framvegis eru - ov nógv viðurskifti, sum løgtingið ikki kennir avleiðingarnar av.


? Hvat ger Javnaðarflokkurin fyri at brynja seg til orðaskiftið í løgtinginum týsdagin?

? Vit sita nú og fundast í tingbólkinum, og um vikuskifti fara vit eisini at tosa við serkunnleika, tí hetta er veruliga eitt mál, ið vit vilja loysa, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Javnaðarflokkurin hevur í fleiri ár víst á, at neyðugt er at broyta viðurskiftini, og vit vilja gera okkara ítarsta til at ávirka fyriliggjandi uppskot soleiðis, at vit kunnu taka undir við tí.

Formaður Javnaðarfloksins leggur tó dent á, at Javnaðarflokkurin ikki fer eftir loysingini.

? Vit vilja hava meira sjálvstýri, men tað skal vera innan fyri ríkisfelagsskapin - men tað er eingin sum sigur, at tað skal vera tann sami ríkisfelagsskapurin, sum vit kenna í dag, sigur hann.

At enda sigur Jóannes Eidesgaard, at Javnaðarflokkurin fer undir viðgerðina av hesum máli við opnum sinni.

? Stórur partur av hesum uppskotinum er sera líkt uppkoti okkara til sjálvstýrislóg, og tí kann hugsast, at ikki so langt kortini er millum partarnar, sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.