Óviðgjørt ADHD kann fáa óhugnaligar avleiðingar

Verður ADHD ikki viðgjørt, verða fortreytirnar fyri at klára seg í samfelagnum verri, enn hjá øðrum. Fleiri misbrúka eisini rúsevni fyri at klára tilveruna og fremja lógarbrot av ymsum slag

Oktober er ADHD Awareness month, sum er eitt afturvendandi altjóða tiltak har feløg, stovnar, einstaklingar og onnur varpa ljós á neuropsykiatrisku diagnosina ADHD. Í Sosialinum seta vit eisini sjóneykuna á ADHD hendan mánaðin við persónligum søgum og fakta frá serfrøðingum

Tórmóður Stórá, yvirlækni og depilsleiðari á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, greiðir frá, at ADHD snýr seg um uppmerksemistrupulleikar og ovurvirkni av motoriska systeminum. Heitið ADHD fevnir eisini um órógvið ADD og onnur órógv við.

Tá ein hevur ADHD, er ov lítið av evinum dopamin í heilanum, sum heilakyknurnar millum annað brúka til at geva boð til hvørja aðra. Tá talan er um konsentratión og hyperaktivitet, uppmerksemi og tey økini, sum eru rakt, tá man hevur ADHD trupulleikar, snýr tað seg biokemiskt um, at heilin hevur ov lítið av dopamin.

Við ADHD er trupult av hugsavna seg og halda konsentratiónini á ávísari uppgávu, samrøðu ella øðrum uttan at verða órógvaður av tí, sum hendir rundan um ein ella av ljóði, ljósi ella øðrum. Hjá summum er eisini trupult at halda seg í friði, tí tey hava hyperaktivitet. Onnur er trek og sein í sínum reaktiónum.

ADHD trupulleikar byrja frá barni av. Natúrliga fáa smábørn ikki hugsavnað seg í longri tíð og duga ikki at stýra impulsiteti, men hetta læra tey, tá tey vaksa til. Við ADHD verða hesi evnini ikki útviklað, og tí er ADHD eisini ein útviklingstrupulleiki.

ADHD er eitt spektrum, og tað merkir, at summi eru verri fyri enn onnur. Tað er atferðin, sum indikerar, at eitthvørt er galið, tá vanlig atferð verður ekstrem. Ein ekstrem atferð í barnagarðinum kann elva til trupulleikar, um atferðin verður stigmatiserandi, og barnið ikki fær lært nakað. Darvar hon barninum í at ganga í barnagarð ella í skúla, eigur man at geva viðgerð, heldur Tórmóður Stórá.

Talan er tá um heilivág, og viðhvørt mugu tillagingar gerast í umhvørvinum og stuðul veitast.

Tey, sum fáa staðfest ADHD sum vaksin hava ofta upplivað, at tey ikki fáa gjørt tað, sum tey vita, at tey eiga at gera og at gera tað, sum tey fegin vilja gera. Tað kunnu vera vanlig ting, sum eru trupul, og tað er torført hjá teimum at skilja, hví tað er soleiðis.

Vaksin við ADHD eru ofta kreativ, men tað er trupult at gjøgnumføra tingini. Tá nógv er í gongd og einki fullført, upplivur man ofta strongd og angist.

Verður ADHD ikki viðgjørt, visa kanningar, at fortreytirnar fyri at klára seg í skúla ella arbeiðsmarknaðinum verða vánaligar, og tey tjena minni í miðal enn onnur í samfelagnum. Fleiri misbrúka eisini rúsevni fyri at klára tilveruna og fremja lógarbrot av ymsum slag. Eisini fáa tey oftari skaða enn onnur, tí tey hugsa ikki um avleiðingar og eru impulsiv, greiðir Tórmóður Stórá frá.