- Her inni stendur hann. Hetta er hann.
Birgir Enghamar letur hurðina upp til garasjuna, ið nú nærum er fast hvíldarstað fyri hvíta Mercedes bilin.
Hondin fer eftir skínandi kølarahjelminum, ið er mjúkur av reinleika. Eitt eyðkenni fyri bilarnar hjá Birgiri hevur altíð verið reinleikin, og Mercedes bilurin er einki undantak. Hvørki innan ella uttan sæst nakað til teir stívliga 100.000 kilometrarnar, ið Birgir hevur ført hetta stásiliga far.
- Eg havi altíð droymt um at fáa ein Mercedes. Líka síðani eg byrjaði at koyra taxa við einum gomlum Skoda fyri eini 30 árum síðani. Tað eydnaðist, og eg fekk tvey ár í mínum Mercedes, sigur Birgir við einum brosi, ið bæði ber brá av stoltleika, gleði og sorgblídni.
Nú stendur bilurin til sølu.
Tað bleiv vekk
Sigur tú Birgir Enghamar, so sigur tú eisini HB. Í ár 2000 bleiv hann næstformaður í HB, árið eftir formaður og stórsta partin av farna áratíggju myndaði hann høvuðsstaðarfelagið við tí sterku søguni og stoltu traditiónunum.
- Serliga stuttligt var tað í 2004, tá felagið fylti 100. Vit gjørdu nógv burturúr. Eg og tveir aðrir úr nevndini fóru niður til Liverpool fyri at royna at fáa teir at koma hendavegin. Tað eydnaðist so mikið væl, at vit gjørdu avtalu við sjálvan Gérard Houllier um, at Liverpool skuldi koma til Føroya tað summarið fyri at spæla ein vinardyst móti okkum, nú vit fyltu 100. Men pínadoyð, so bleiv hann koyrdur frá sum venjari, og tí bleiv tað av ongum, sigur Birgir Enghamar og slær út við ørmunum.
Hann skal halda fram, men steðgar so á.
- Nei, nú var tað vekk, sigur hann og hyggur yvir á unnustuna Anniku.
Tað hendir alsamt oftari, at tað blívur vekk.
- Áðrenn eg fór til arbeiðis í gjár segði eg við hann, at eg hevði sett døgurðan, høsnarunga, kláran í køliskápið. Men tá eg kom heim aftur stóð døgurðin har enn. Hann hevði gloymt tað, sigur Annika Hansen.
1. mars fór hon niður í hálva tíð úr starvinum hjá Effo fyri at hava meira tíð saman við unnustanum.
Birgir arbeiðir ikki meira, taxabilurin stendur í garasjuni, og seinastu boðini frá læknanum eru, at Birgir als ikki skal koyra bil. Dagarnir verða nú fyrst og fremst brúktir í hugnaliga heiminum hjá familjuni á Norðasta Horni í Havn.
Horvna adressan
- Eg mátti altíð skriva adressuna, sum eg fekk frá støðini, niður beinanvegin. Annars var tað vekk.
Birgir tosar um tíðina, tá sjúkan sýndi síni fyrstu spor. Hann hevur ilt við at seta dato á, heldur at tað byrjaði á heysti í 2011.
Sum gamal HB’ari hevur hann eisini hildið bóltførleikan við líka við innandura fótbólti saman við vinmonnum úr felagnum. Innandura fótbólturin røkkur heilt aftur til okkurt um 1980.
- Brádliga føldi eg, at eg hevði ikki tamarhald meira. Eg ætlaði at skjóta hendavegin, men bólturin fór hinvegin. Fyristilla tær, tann besti maðurin á vøllinum fekk trupulleikar, greiðir Birgir peikandi og smílandi frá.
Eisini fór at knípa at fáa alt við sær yvir í niðaru høll í Gundadali.
- Eg veit ikki hví, men knappliga var tað Annika, sum mátti pakka ítróttartaskuna fyri meg, sigur Birgir og eygnabráið flytir seg yvir á unnustuna.
- Eg hugsaði sum so ikki so nógv um tað, gjørdi tað bara, leggur Annika afturat.
- Tá hugsaði eg satt at siga heldur ikki so nógv um tað, annað enn at hon altíð er so fitt við meg, heldur Birgir fram.
Ítróttartaskan var ikki tað einasta.
Birgir fekk sær til vana altíð at leggja tey ymsu tingini frá sær eitt heilt ávíst stað.
- Tað bleiv heilt systematiskt. Alt fekk sítt fasta pláss. Nú havi eg altíð verið ordiligur av lyndi, eitt sindur partentligur, so tað gjørdi tað óivað lættari hjá mær. Men nýggi vanin hjálpti mær at finna tingini aftur, greiðir Birgir frá.
Í november 2011 fóru tey bæði til læknan. Birgir var merktur av tunglyndi, hevði lítlan hug at fara út millum fólk. Hann fekk eydnubollar, ið lyftu humørið, og royndi so at koyra víðari.
- Men tað bleiv meira og meira trupult hjá mær at koyra taxa. Eg mátti sum nevnt skriva adressuna niður beinanvegin, tá eg fekk ein túr frá støðini. Annars var tað vekk.
Skjótt var tó ikki nóg mikið at vera skjótur við penninum og pappírinum.
- Ofta ringdi eg til Kára, beiggja mín sum eisini koyrir taxa, fyri at spyrja um adressur. Lat sum um, at eg ikki akkurát mintist, hvar henda ella handa adressan var, og fekk hann at forklára. Sannheitin er, at eg sat í mínum taxabili og ánaði ikki, hvar eg skuldi koyra, sigur Birgir Enghamar.
Hann vildi ikki siga nakað, men helt tað fyri seg sjálvan.
- Eg veit ikki rættuliga hví. Eg hevði onkursvegna góðtikið, at soleiðis var hesin dagurin, og so kom ein nýggjur dagur í morgin. Tað hendi seg jú eisini, at eg dagin eftir mintist adressurnar, og so var jú eingin trupulleiki meira, greiðir Birgir frá.
Heima visti Annika ikki av nøkrum. Ikki fyrr enn beiggi Birgir av tilvild kom at nevna fyri henni meira og minni løgnu uppringingarnar frá Birgiri um adressurnar.
- Tað kom óvart á meg. Eg visti jú einki um, at hann hevði tørv á at fáa forklárað adressur í býnum, sigur Annika.
Í skínandi hvíta Mercedes bilinum versnaði støðan skjótt.
- Oftari og oftari mátti eg ringja. Viðhvørt ringdi eg aftur á støðina fyri at spyrja um adressuna. Onkuntíð ringdi eg bara aftur og segði við støðdamuna, at eg hevði fingið ein trupulleika, var punkteraður ella okkurt líknandi og kundi tí ikki taka túrin. Eg visti, at her ruggaði ikki alt rætt.
Birgir steðgar á. Hugsar.
- Men so allíkavæl, so var onkuntíð alt í lagi aftur. Eg mintist alt og koyrdi mínar túrar. Tá varð gjárdagurin sligin hen, og eg hugsaði, at soleiðis átti tað væl bara at vera.
Eitt tíðarskeið, umleið august í fjør, gekk so mikið væl, at Birgir valdi at steðga við eydnubollunum. Men henda læknaliga avgerð uttan um læknan merktist.
- Tað gekk skjótt niður á bakka, tað var ikki so smart, sigur Birgir staðfestandi um hesa stuttu royndina at prógva, at hann faktiskt hevði tað gott.
So við og við bleiv arbeiðið ein tyngjandi stressfaktor.
- Eg fór at stúra fyri arbeiðsdegnum. Stúrdi fyri at fáa adressur, sum eg ikki kendi. Tað bleiv ov nógv til endans, sigur Birgir álvarsamur.
Á heysti í fjør gjørdust læknavitjanirnar fleiri, og í november varð sjúkan staðfest. Birgir hevði Alzheimer.
Góða løtan
- Eg veit ikki, hvussu leingi hetta hevur staðið uppá. Men eg veit, at her hevur verið okkurt.
Birgir ljóðar avgjørdur, tá hann tosar um sjúkuna.
- Eg kenni sjúkuna, veit at hon er her. Men eg eigi eina familju, eigi børn og abbabørn, og ætli ikki at leggja meg inn í ein krók at kúra.
Saman við Anniku bíðar hann eftir boðum um at sleppa til Danmarkar til nærri kanningar, soleiðis at hansara sjúka kann greinast og lýsast nærri, millum annað hvat stadie hon er á.
- Nú fáa vit at síggja, hvat tey siga, men eg trúgvi uppá, at tey kunnu gera okkurt. Sjálvandi geri eg tað.
Kanningin í november í fjør var tann fyrsta av fleiri á Landssjúkrahúsinum. Um mánaðarskiftið januar februar slerdi serfrøðin bremsurnar í fyri Birgir.
- Tá segði læknin við meg, at nú skuldi eg ikki koyra bil meira. Hann segði, at tað stressaði meg óneyðugt, at tað gjørdi støðuna verri hjá mær.
Birgir hevur hug at ilskast. Skilur bara partvís boðini frá læknanum.
- Eg havi sera ilt við at skilja, hví eg als ikki kann koyra bil. Eg dugi at koyra og havi ongantíð gjørt ein skaða. Eg kundi fyrihildið meg til, at nú skal eg ikki koyra taxa meira. Tað var faktiskt ein lætti, tí eg merkti tíðiliga, at tað stressaði meg nógv at koyra taxa. Men hví kann eg ikki koyra bil fyri tað?
Hann hevur tó fylgt ráðunum og koyrir ikki bil meira.
- Tað er farið, ein bilur er ein bilur, sigur Birgir og roynir at ljóða sannførandi.
Men støv sæst tó ikki á hvíta Mercedes bilinum í garasjuni.
- Eg njóti góðu løturnar. Eg veit ikki, nær tær koma, men eg njóti tær, tá tær eru har, sigur Birgir smílandi móti Anniku og heldur fram:
- Viðhvørt blívi eg so glaður, at eg púrasta gloymi sjúkuna. Tað er fantastiskt. Men so onkuntíð steðgi eg á, tí eg veit ikki, hvussu eg skal njóta tað í framtíðini. Um alt bara blívur burtur. So eg royni at liva í nú’inum.
Klokkan og hektiski gerandisdagurin hava fingið støðugt minni týdning við tíðini.
- Eg vil faktiskt siga, at klokkan hevur ongan týdning fyri meg. Eg vil bara njóta tær góðu løturnar, geva mær stundir at njóta tær og føla, at alt er normalt.
Birgir smílist, veipar so tað sæst, at hann hevur einki ur á arminum.
Tað gongur væl viðhvørt, og minni væl viðhvørt. Tey bæði hava tó trupult við at finna eitt mynstur í sjúkuni.
- Men tað virkar tó sum um hann er meira trekur um morgnarnar, so blívur betri út á dagin og verri aftur um kvøldarnar, metir Annika.
Tey velja tó at fevna um góðu løturnar, heldur enn tær ringu.
- Vit ganga langar túrar, fjasast við ymiskt, hugna okkum og njóta annars lívið. Og so er tað sjálvandi fótbólturin í Gundadali, sigur Annika, sum er aktiv á fremsta kvinnuliðnum hjá HB, umframt at hon er virkin í felagnum.
- Ja, tað var jú í HB at hon fann meg, argar Birgir.
- Nei nei, tað var hinumegin vegin, á Statoil støðini har eg arbeiddi tá, at tú fann meg, ljóðar skjóta aftursvarið.
Birgir var hjálparvenjari hjá HB-kvinnunum miðskeiðis í 90’inum, hjá liðnum har Annika vardi málið. Tað var um tað mundið, at tey møttust, hóast versjónirnar eru eitt sindur argandi ymiskar.
- Tað er framvegis stuttligt at fara í Gundadal. HB fyllir nógv hjá okkum báðum, og har eiga vit nógvar góðar løtur, sigur Birgir, sum er sjónliga glaður og stoltur av sínum felag.
Testimonial
- Tey siga, at allar fótbóltsstjørnur fáa sín testimonial. Sín seinasta dyst fyri felagið, har nakað eyka verður gjørt burturúr. Tú sært tað í Premier League og aðrastaðni. Nú eri eg farin at fyrireika mín testimonial, sigur Birgir smílandi.
Birgir Enghamar er við sínum 58 árum aldursforseti millum teir, sum enn spæla innandura saman í niðaru høll í Gundadali. Av givnum orsøkum hevur útskifting verið í hópinum hesi gott 30 árini, gomlu HB’arnir hava spælt saman. Sterk bond eru knýtt hesi árini, og umframt fótbóltin er fyrsta vikuskiftið í juni altíð sett av til felagstúr til Oyndarfjarðar.
Nú er tíðin komin fyri Birgir at rigga av á liðnum.
- Beinini siga eisini sítt. Eg bleiv jú eisini skurðviðgjørdur fyri ein skaða í vinstra beini, greiðir hann frá og fer at fortelja um fótbóltsskaðan, ið sendi hann umvegis Klaksvíkar Sjúkrahús til Danmarkar undir skurð.
- Haldi ikki at tey her úti á Landssjúkrahúsinum hildu tað vera so neyðugt at fáa handa fótbóltsskaðan ordnaðan, men eg slapp so inn í Klaksvík, og harfrá koyrdi tað, sigur hann flennandi.
Enn er dagurin ikki ásettur, tá Birgir fær sín testimonial. Fyrst skulu hann og Annika fáa at vita, nær tey sleppa til Danmarkar, soleiðis at sjúkan kann kannast nærri.
- Nú taka vit tað fyrst, men so fari eg at fyrireika dagin. Má eisini finna útav, hvør skal við, tí her hava jú verið nógvir inni á liðnum millum ár og dag. Vit taka dystin, og so verður tað ein biti og ein kaffimunnur eisini. Tað skal nokk blíva hugnaligt, smílist Birgir og hyggur enn einaferð yvir á Anniku.
Hann veit, at har fær hann hjálp, soleiðis at einki verður gloymt.