1,5 millión krónur er sett av til framhaldandi prosjektering av tunlunum norður um Fjall.
Við útvarið hjá Kringvarpinum sigur hann seg vera vónbrotin av, at bert peningur til prosjektering er settur av til tunlarnar, og vísir á, at farleiðin norður til Viðareiðis er vánalig, tí tunlarnir eru myrkir og treingir, og ferðslan økist.
Tunlarnir á Borðoynni vórðu gjørdir frá 1965 til 67, og eru tilsamans 3,8 kilometrar langir.