Viðlíkahald í grannalagnum

Vit skulu hækka játtanina til tað dugnaliga asfaltliðið hjá Tórshavnar Kommunu við 4 mió. um árið. Á tann hátt ber til at styrkja munandi um viðlíkahald og asfaltering av kommunalum vegum, gongubreytum og síðuvegum í býnum og í bygdunum.

Tað eru stórar uppgávur í kommununi, sum skulu loysast. Bústaðir til fólk, ið bara hava sína dagligu lønarinnntøku at dúva uppá. At styrkja fakliga innihaldið og tey stóru hjørtuni í gerandisdegnum hjá okkara børnum í barnagørðum og vøggustovum. Enn betri trivnaðartilboð hjá okkara eldra ættarliði. Mentanar- og listafólk skulu hava umstøður til at mynda sálina í kommununi enn meira. Ítróttar- og frítíðartilboð til øll og treytaleysur stuðul til tað stóra sjálvbodna arbeiðið í feløgum og áhugafelagsskapum. Ruskskiljing, umhvørvið, grøna orkan. Og mangt annað, ið eg vendi ítøkiliga aftur til komandi vikurnar.

Men vit skulu samstundis alla tíðina tryggja tað dagliga viðlíkahaldið í kommununi og í grannaløgum, sum er týðandi partur av trivnaðinum í gerandisdegnum hjá okkum øllum.

Lítil upphædd ger stóran mun

Eg hugsi um tað hvønn dag og tosi við nógv fólk um tað. Fólk og grannaløg stríðast við at viðlíkahalda síni heim og felags økir. At vegir, gongubreytir (og súkklubreytir) eru í besta standi, eru parturin sum kommunan eigur at tryggja. Eisini á øllum síðuvegum í einstøku grannaløgunum.

Vit hava eitt sera dugnaligt asfaltlið í kommununi, sum kýtir seg at halda alt hetta, og at koma runt í býnum og í bygdunum. Síðani 2011 hevur játtanin til asfaltering ligið ímillum 8,5 og 11,8 mió. krónur um árið. Í miðal einar 10 mió. árliga. Í allari kommununi eru uml. 205 km. av kommunalum vegum í skulu haldast.

Mítt uppskot er, at vit hækka hesa upphædd til asfaltering munandi. Tað vil siga, at um vit árliga brúka 4 mió. meira til asfaltliðið, so kunnu okkara dugnaligu fólk koma runt í øll grannaløgum í kommununi – bæði í býnum og í bygdunum.

Tað er ein lítil upphædd, ið fer at gera stóran mun í gerandisdegnum.

Nevnast kann, at asfaltliðið hjá Tórshavnar kommunu fekk Heraklappið 2020 fyri dygdargott arbeiði í Tvørgøtu.

Gunnar Djurhuus

Valevni fyri Tjóðveldi til Tórshavnar Kommunu