Tøkk fyri áheitan tína um ikki at hava at Jenisi av Rana og skal eg taka hana til eftirtektar, men má heilt stutt svara onkrum av tí, sum er ført fram.
Vit hava eina nýbygging av landsjúkrahúsinum, sum eftir øllum sólarmerkjum, verður liðug fyrr enn mett varð. Hetta gevur okkum ein positivan trupuleika, sum sjálvsagt skal loysast. Talan er ikki um gjaldføristrupuleikar, tí við ársenda vóru omanfyri 2 mia. í landsbankanum. Tað sum eg royndi at føra fram var, at loysnin er samstarv heldur enn hóttan. Nevar í borðið ella knívar á barkan gera, at menn ikki verða tiknir í álvara. Tann tíðin tá Gamli Tróndur og aðrir vórðu drignir undan rekkjuvánni og fingu tvinnar kostir í at velja, antin broyta trúgv ella missa høvdið er tíbetur farin, ella hvussu?
Nær verður bygningurin klárur at taka í nýtslu?
Mær vitandi eru allir flokkar í løgtinginum samdir um, at bygningurin skal takast í brúk, so skjótt sum gjørligt. Vit mugu politiskt semjast um keyp av tólum, fíggingarmynstur, vita nær bygningurin kann verða klárur at taka í nýtslu og áseta opningardagin, áðrenn hetta kann kunngerast fyri borgarum landsins. Einasta sum kann forða fyri eini skjótari og góðari loysn, er sjálvdráttur og "sjálvprofilering".
Trúvirði hjá undirritaða nýtist Jenis av Rana løgtingsmaður ikki at sáa iva um. Tað vóni eg at mínir samgongu og samstarvsfelagar kunnu vátta.