Ivan umber seg ella teir við, at teir hava ikki vitað um hetta tiltak. Tað undrar meg.
Longu fyri meira enn einum ári síðan, um ikki tveimum, gav urguleikarin við kirkjuna, Jens Mortan Mortensen, út eitt hefti í samband við 100 ára haldið "Tvøroyrar kirkja 1908 - 2008." Umframt við orðum og myndum at greiða frá søgu kirkjunnar, eru nótar til tónleik, sum hann hevur skrivað, og ein fløga, hann sjálvur hevur spælt inn við urguni í kirkjuni.
Og 8. februar í ár stóð ein tíðindastubbi á Suðuroyarportalinum um 100 ára dagin hjá Tvøroyrar kirkju. Har var eisini skráin, sum var við at verða fyrireikað til hátíðarhaldið lýst. Tær ferðir ein í fjølmiðlunum hoyrir teir hava tíðindi úr Suðuroynni, so er tað sum oftast sum tíðindi frá Suðuroyarportalinum. So tað er løgið, at júst hetta skal vera farið aftur við borðinum, uttan at nakar í Kringvarpinum hevur lagt merki til tað.
Eisini hava fleiri tíðindastubbar staðið á nevnda portali í somu viku sum hátíðarhaldið var.
Útvarpið var eisini vitandi um gudstænastuna Kristi Himmalferðardag. Fyrst í apríl mánaði varð eg uppringdur um eina útvarpsgudstænastu sunnudagin 13. apríl. Tað lá ikki fyri, tí at eg hevði frí ta vikuna. Men samstundis gjørdi eg vart við gudstænastuna í Tvøroyrar kirkju 1. mai í samband við 100 ára dagin. Og skuldi viðkomandi, sum ringdi, merkja sær tað. Men heldur ikki haðani hoyrdist nakað.
Men sama ger. Vit, sum hava fyrireikað hátíðarhaldið, hava fingið so nógvar positivar afturmeldingar frá teimum, sum vóru við til tað, at vit mugu siga okkum at vera sera væl nøgd, samstundis sum vit harmast um, at tey mongu, sum ikki kundu vera við, og tí høvdu vónað at kunna vera tað gjøgnum annan av okkara almennu luftbornu fjølmiðlum, ikki fingu tann møguleikan.
Og framyvir skulu vit nokk lata vera við at órógva tykkum fleiri sunnu- og halgidagar.