Óli Hansen, nevndarformaður í United Seafood
?????
Sum flest øllum kunnugt, so hevur føroyska fiskivinnan á landi tað trupult í hesum døgum og nú sær út til, at vinnan hevur fingið enn ein trupulleika at dragast við; nevniliga árligu frágreiðingarnar frá Búskaparráðnum.
Nú um dagarnar kom so seinasta Konjukturfrágreiðingin frá Búskaparráðnum fyri 2004. Frágreiðingin er ikki serliga drúgv í mun til frágreiðingina, ið kom í 2003; men hóast tað, so er vorðið pláss til fleiri álvarsligar pástandir í frágreiðingini.
Frágreiðingin fyri 2003 sermerkti seg við meir ella minni at avtaka framleiðslu av fiski á landi í Føroyum. Við óvanliga ráari libralistiskari hugsjón varð tilrátt, at bert ótarnað kapping skuldi avgera, um vit skulu hava eina flakavinnu á landi yvirhøvur.
Trupult er at finna nakran reyðan tráð frá 2003 til 2004 frágreiðingina. Í frágreiðingini fyri 2004 verður lagt á heilt annan bógv og førir Búskaparráðið seg nú fram við einum óvanligum djúpum innliti í føroysku fiskavirkingina á landi. Serliga um fyritøkurnar United Seafood, sum Framtaksgrunnur Føroya eigur, og Kósina, sum Føroyagrunnurin eigur, tykist vitanin at vera sera gjøllig.
Á síðu 5 verður sagt, "at tá bæði Fiskavirking (United Seafood) og Kósin eru almennar fyritøkur, eru tær ikki eins kravmiklar um avkast av eginpeninginum, sum vóru tær privatar fyritøkur".
Um hetta er fyrst at siga, at Búskaparráðið hervið fer ógvuliga lætt um tann veruleika, at tað er ein sjálvstøðugur vinnurekandi grunnur, ið eigur United Seafood, og tað er óheppið, at ráðið í sínum metingum ikki virðir tey mørk, ið hervið eru sett frá politiskari síðu.
Tað sæst ikki hvaðani Búskaparráðið hevur hesa vitan. Tað kann tó staðfestast, at Búskaparráðið hevur ikki verið í samband við Framtaksgrunnin ella United Seafood um evnið, og tað kann neyvan verða eitt sjálvsagt facitt, at vinnurekandi grunnar pr. definitión ikki krevja optimalt avkast av sínum íløgum.
Tó so: Búskaparráðið hevur í fjølmiðlunum sagt frá, at frágreiðingin ikki er heilt álítandi, tí góð og dagførd hagtøl mangla í Føroyum. Niðanfyri kann borðreiðast við nøkrum hagtølum fyri United Seafood, sum eru álítandi, og keldan er almennu roknskapirnir fyri felagið árini 1997-2003.
Her sæst, at eginpeningurin í 1997 var kr. 60 mill. og at hann við roknskaparlok 2003 var kr. 117 mill. Afturat hesum er útgoldið vinningsbýti í 2001 og 2002 á íalt kr. 12 mill.
Eginpeningurin í United Seafood er sostatt í tíðarskeiðnum frá 1997 til 2003 forrentaður við 115% ella 16% p.a.
Havast skal í huga, at framsleiðslutólini á United Seafood í 1997 vóru fullkomuliga niðurslitin. Hóast tað, so hevur verið ein virðisvøkstur í hesum tíðarskeiðnum uppá kr. 1.345 mill., samstundis sum vit hava havt eitt stabilt arbeiðspláss, ið hevur útgoldið kr. 119 mill. í meðal í lønum um árið.
Hesi hagtøl boða klárt frá, at felagið verður rikið eftir somu krøvum, sum verða sett í vinnulívinum annars.
Tá Búskaparráðið hevur eina heilt aðra fatan av forrentningskravinum, eru vit, sum varða av felganum, sjálvandi forvitin eftir at vita, á hvat grundarlag pástandurin er bygdur!
Á somu síðu postulerar Búskaparráðið eisini, at tað, at tað almenna eigur partar av fiskivinnuni á landi "kann føra til eitt skrædl, sum verður alt ov stórt í mun til tað, sum neyðugt var".
Hetta postulat er sjálvandi við til at skaða umdømi hjá nevndu feløgum uttanlands, tí hvørjir kundar kunna líta á ein veitara, sum stendur fyri tílíkum hóttafalli?
Tað er óheppið, at Búskaparráðið hervið syngur fyrsta tenor í kórinum, har manglandi einskiljing er orsøkin til øll vandamál í fiskivinnuni. Annar tenorur hevur longu stemmað í við harðari rødd. Tað sóu vit á forsíðuni á Dimmalætting 20. oktober 2004, har formaðurin í Ráfiskaseljarafelagnum fær skúgvað trupulleikarnar við skipanini av uppoðsøluni yvir á manglandi einskiljing.
Í tíðarskeiðnum frá 1997 til 2003 eru íløgur gjørdar í rakstrargøgn og menning fyri íalt góðar 100 mill., og tá hugt verður at, hvussu United Seafood hevur forrentað sín eginpening í sama tíðarskeiði, er ilt at síggja, hvat fyri "skrædl" sipað verður til. Aftur her manglar grundgevingin hjá Búskaparráðnum fullkomi-liga! Og tað boðar frá ábyrgdarloysi, at tveita um seg við tílíkum ógrundað-um postulatum, fyritøkunum til stóran skaða.
Búskaparráðið skal fáa viðhald í, at rættast hevði verið at einskilt almennu fyritøkurnar, so sleppast kann undan, at almennir myndugleikar taka sær rætt til at leggja seg út í smálutir hjá fyritøkunum. Og vit kunnu gleðast yvir, at tann fyrsta ítøkiliga søluætlanin er gjørd, nevniliga fyri United Seafood. Vónandi fara vit at síggja fleiri ítøkiligar ætlanir í framtíðini, eisini fyri tær fyritøkur, sum tað almenna eigur beinleiðis.
Á síðu 7 í frágreiðingini vísir Búskaparráðið aftur sítt gjølliga innlit í fiskivinnuna á landi, og sagt verður frá, at kappingin fyri ávísar frystar vørur er vorðin munandi torførari, tí "serstakliga kinverskar og eystureuropeiskar fyritøkur hava fingið fastatøkur á sama marknað, har føroysk fiskavirki selja." Og á síðu 5 verður sagt: "Tí áttu vit at væntað eina stigvísa tillaging til broyttu viðurskiftini."
Á United Seafood kann í hvørt fall staðfestast, at tað er ikki kappingin frá kinverjum ella eystureuropearum, sum er størsti trupulleikin. Stórsti einkultu trupulleikarnir í løtuni eru:
-lági dollarakursurin og
-høga kostnaðarstøði í Føroyum í mun til t.d. Skotland og Ísland.
Hvat Búskaparráðið veit um tillagingina í vinnuni kann bert gitast um; men staðfestast skal, at Búskaparráðið ongantíð hevur verið á gátt ella sett seg í sambandi við United Seafood í samb. við frágreiðingina 2004.
Ein undrast á, hvaðani Búskaparráðið fær sína vitan, og tað er ikki sørt at ein stendur eftir við kensluni av, at borðreitt verður við einum skrivstovuveru-leika, heldur enn einum veruleika, ið lættliga kann fáast til vega við tøttum samskifti við vinnuna.
Tað er ikki sørt, at torført er at taka frágreiðingina fyri 2004 í álvara, og beint sum ein ivaðist mest í hesum, kom formaðurin í Búskaparráðnum til hjálpar og váttaði, at ein var ikki farin heilt av leið. Í Útvarpi Føroya hin 19. oktober 2004 segði formaðurin í Búskaparráðnum, at tað, sum gjørt var, var " ..ikki nóg nágreiniligt, ...ikki nóg nøjagtigt, ...ikki nóg trúverdugt" og "eg seti spurnartekin við alt hjá okkum".
Og í hesum er undirritaði púra samdur.