Við Bursatanga liggur sluppin Norðlýsið klár at fara útferð við ferðafólki, sum ætlar at uppliva eitt føroysk summarkvøld á floti. Vit eru í fyrstu viku av juli mánaða. Veðrið er av tí besta, tú fært í Føroyum. Sólin stendur høgt á luftini, einki skýgg á himmalinum, og bert eitt fleyr, soleiðis, at flaggið í mesanmastrini so dánt stendur frá.
Tey flestu eru longu komin. Einir tríggir danir. Útgjørdir til ferðina í skipstroyggju og við teimum tunnu oljuklæðunum í hondini. Hvat ryggsekkirnir goyma, er ikki til at meta um, men teir síggja reiðiliga fyltir út. Kikara og fototól hangandi um hálsin. Jú tey hava gjørt seg út og ætla at fáa nakað burturúr.
Týskararnir eru sum vanligt nágreiniliga fyrireikaðir. Umframt somu útgerðina, sum danirnir, hava teir bæði proviant og kort. Ivaleyst hava teir eisini GPS og fartelefon í ryggsekkinum.
Mær rennur í hug hina ferðina, vit skuldu fara at skjóta við trýbekkinum hjá abbanum. Abbin var vorðin gamal og kom ikki við. Men tað var næstan ikki endi á allari útgerðini, havast skuldi við. Har var ongin slingur í valsinum. Tá farið varð á flot, visti ein ikki, nær komið varð aftur, og so skuldi einki lívsneyðugt vænta í.
Og soleiðis er eisini við skipinum, vit í kvøld skulu við. Hóast skrokkurin var smíðaður í 1945, og plankarnir sostatt eru farnir um ta hálvu øldina, er hetta als eingin aldur hjá einum træskipi. Aðrar sluppir, vit kenna, eru jú meira enn dupult so gamlar. Og tað, sum Tórshavnar Skipasmiðja hevur latið úr hondum, plagar ikki at sláa falskar mentur.
Men skipið er tó ikki riggað, sum tað var, tá tað varð flotað fyrstu ferð. Í 1989 varð tað umbygt og sett í tann stand, tað í dag er í. Stór salong við 14 koyggjum, messa og maskinrúm umframt ein kahytt við trimum koyggjum eru undir dekki. Stýrihus er við teimum nútíðarhentleikum, sum tíðin krevur. Saniteru viðurskiftini eru í lagi. Brúsa er umborð umframt tvey wc. Maskinan er nýggj. Ein 200 hk. MWM varð ísett, tá skipið varð umbygt í 1989. Til ber at raka sær við 220V elektriskari maskinu. Og so er bjargingarútgerðin sjálvandi. Skipið hevur loyvi at hava 52 ferðafólk umborð, men bjargingarúrgerð er til heili 65 fólk.
Vindleys segl
Ája, tá øll eru komin, er klokkan farin einar tíggju minuttir av sjey, og vit loysa. Siglt verður við maskinuni út um grótkastið. Síðan verðu lagt stilt. Nú skulu seglini setast. Tað gongur fínt, men lotið er bara so lítið, at tað er mest við streyminum, vit flyta okkum. So tá seglini eru sett, eru vit komin suður fyri grótkastið á Argjum, og har er stilli. Sett verður so í gongd aftur og siglt út á fjørðin, soleiðis, at lýggja summarfleyrið, sum kýnir Reyninum, fær lyft eitt lítið sindur í dúkin, sum tó ikki tambast. Men nú eru vit komin út á eystfallið, so tað hjálpir eisini til. Men drúgvt man fara at vera at náða Boðanum við seglum eina.
Tá tú stendur soleiðis á dekkinum á hesum stásiliga og vælhildna farinum og hyggur teg um, er lætt at skilja Jógvan í Grindavísuni, sum helt at: » den, som ligger af lyst på land, han er vist på gale veje.« Einki ljóð hoyrist. Fólk standa sum undir lestri og hyggja at tí, sum livir í sjónum. Lundarnir eru ikki so tættir her, sum væntast kann eystanfyri. Men tað vaðar longri uppi í firðinum. Rita og terna í hópatali. Og so kom hatta beistið, skúgvurin, og oyðilegði allan idyllin. Allastaðni er hatta og ger ónáðir. Ein donsk kona helt tað vera synd í rituni, at hon soleiðis skuldi verða sundurskrødd. Men einki er at gera við.
Vit nærkast nú Boðanum, og skiparin hevur sett maskinuna í gongd, so nú líður betri eftir. Hann er eisini komin við nøkrum tráðum og heldur, at vit fara at kasta beint eystur úr Stongini. Onkur smáfiskur fæst kanska.
Komin eystur um, doyr lotið púra burtur, so hildið verður frægast bara at strika seglini. Tá tað er gjørt, eru vit komin á leið har, ætlanin var at kasta. Og skjótt rennur út av spølunum. Einir fimm, seks pilkar liggja í senn, men ymiskt er handalagið, tá heintað verður. Men hvussu er og ikki, so er ein týskari fyrstur, sum kennir. Ein fittur brondingur, sum verður kelaður og klappaður; fyri ikki at tala um fotograferingina.
Ikki øll hava kastað kortini. Tað tykist, sum okkurt áhugavert er at síggja aftan fyri skipið, tí har samlast so nógv fólk á hekkuni. Sum á Orminum Langa kundi sannast, at: »syrgiligt var á miðjum skipi, tí har tók fólk at tynnast.« Men skjótt skiltist, at grundin var tann, at skiparin var farin at fortelja røvarasøgur. Og tað dugir hann væl.
Helli og gjáir
Ikki varð tað stóra fiskaríið burturúr kortini. Vit gera upp og seta í gongd aftur. Nú verður farið suður við Nólsoynni eystantil. Hóast liðið er á kvøldið, er væl av fugli at síggja fyri Urðini. Mest lundi, men eisini okkurt ljósari á liti. Ein bátur kemur norður við landinum. Hevur verið og fingið sær at kóka, og maðurin, aftan fyri húsið, er í ferð við at kryvja. Tað er eitt levint, tær halda, likkurnar. Hesir evindaligu, irriterandi skræðugákarnir, sum eru so frekir, at maðurin mestsum má goyma fiskin, hann hevur kruvt, so tær ikki taka hann úr skutinum. Men fremmandafólkini halda stuttligt vera og taka myndir.
Skiparin sigur frá, at ætlanin er at gera útferðir, har farið verður við smáum bátum inn í gjáirnar, sum allastaðni eru at síggja undir bjørgunum, vit sigla framvið. Í kvøld verður tó eingin slíkur túrur. Men skrá er løgd, har roknað er við túrum bæði undir Nólsoynna og vestantil undir Hestbjørgunum. Eisini verða ferðir gjørdar til Dímunnar. So tann, sum hevur hug at síggja landið í neðra, hevur almikið at gleða seg til.
Útferðir
Tað er líkt til, at P/F Útferðir hava rakt papageykin, tá farið varð undir at skipa fyri hesum ferðunum við Norðlýsinum. Hevur tú verið í Bláu Holunum á Malta, gloymir tú tað ikki. Men tað er heilt givið, at hann, sum hevur verið inni á látrunum undir føroysku bjørgunum, so sanniliga eisini hevur fingið eitt upplivilsi fyri lívið. Av sonnum ein møguleiki av teimum frægu at marknaðarføra okkara náttúru sum ferðamannamál. Vit hava so lítið annað.
Er áhugi fyri at leiga skipið til eina útferð við gestum, handilssambondum ella tílíkum, ber samstundis til at fáa skipað fyri mati umborð. Borðreitt verður vanliga við tí, skiparin nevnir sjóbitar. Til dømis skeljamat. Ella, um talan er um fiskitúrar, ber væl til at matgera við tí, ein sjálvur hevur veitt. »Sig mær, hvat tú ynskir, og vit gera tað, vit kunnu.«
Júst matgerðin hjá skiparanum er vorðin viðagitin. Og hann er maður við visiónum. Ikki bara fæst hann við mat , uttan eisini gongur hann við størri ætlanum í høvdinum.
Ein tann seinasta er at byggja út ferðavinnuna í Hesti í stóran mun. Ætlanin gongur í stuttum út uppá, at tað skal bera til at ganga runt alla oynna. At gera matstað vestantil á oynni og samstundis at nýta helli vestantil til konserthøll.
Umstøðurnar eru soleiðis, at til ber at koma at hesum støðum frá í erva við eitt sindur av forarbeiði. Soleiðis at økið kann brúkast alt árið, uttan mun til veður og vind.
Hetta er stór ætlan, sum eisini ljóðar spennandi, og sum fer at verða nærri umrødd í grein í komandi blaði.
Upplýsingar um túrarnar hjá Norðlýsinum ber til at fáa í vanligari arbeiðstíð við at venda sær til skrivstovuna hjá Smyril Line.
Tlf. nr. 31 59 00
Teldupostur:[email protected]
Um vikuskiftini fæst at vita frá Hotel Føroyum
Tlf. nr.31 75 00
Teldupostur:[email protected]