VIBRA kvartettin er ein tónleikabólkur á sera høgum listarligum støði

Mikukvøldið var hásummarkonsert í Kirkjubø.

Ein sera vælspælandi VIBRA kvartet framførdi tónleik í , sum hóskaði væl til kvøldið.

– Kirkjan var fullsett, og fræga skald okkara Jóannes Nielsen, bar fram eina yndisliga yrking um síni foreldur og lívið, siga fyrireikararnir.

Frásøgufólk var Fríðunn Bolstad Mortensen.

Aftaná eykalag hjá VIBRU og nógvan lógvabrestur var farið útum, har bál var í fjøruni og folk hugnaðu sær.

Limirnir hava allar royndir og útbúgving í utheiminum. Uttan iva ein bólkur, sum fer at verða nogv nýttur her á landi framyvir. 

Myndin frá sera væleydnaða Hásummarkvøldinum í Kirkjubø.