Komandi vikuskftið fara Victor og Mirjam Carlsen og Sofus Hansen, beiggi Mirjam, at vitja í Suðuroynni og syngja og spæla. Byrjað verður fríggjadagin kl. 15.00 í sølumiðstøðini Torginum í Vági, og fríggjakvøldið kl. 21.00 í Pubbini hjá Annu Kirstin. Leygardagin kl. 12.00 verða tey í Statoil-caféini á Tvøroyri. Sunnudagin kl. 15.00 verða tey í Café One Way á Tvøroyri.