Við Jóhonnu gjøgnum Kaledonsku kanalina

- Ein slíkur túrur er eitt upplivilsi fyri lívið, sigur Hans Joensen, Hans í Líðini í Vági.

- Júst heimaftur komin av sera hugnaligum túri við 131 ára gomlu Johonnu ígjøgnum Kaledonsku kanalina.

Tað skrivar Hans Joensen í Vági, Hans í Líðini, róptur, á sínari facebook-síðu í gjár.

Hann leggur aftrat, at ein slíkur túrur er eitt upplivilsi fyri lívið, hóast hetta er aðru ferð, at hann hevur verið við Johonnu um hesar leiðir.

Hans í Líðini sigur, at við sluppini - Jóhonnu TG 326 - var manning, sum var so ótrúliga góð, eins og kokkarnir vóru framúrskarandi.

- Øll dugdu tey at gera alt so sera sera hugnaligt fyri allar. Takk fyri túrin, tit allir.

Kaledonska kanalin bindir saman skotsku eysturstrondina við Inverness við vesturstrondina, Corpach, nær við Fort William.

Kanalin røkkur einar 62 sjómíl úr landnyrðingi í ein útsynning.

Umleið ein triðingur av teininum er grivin. Restin er innsjógvarnir Loch Dochfour, Loch Ness, Loch Oich og Loch Lochy.

Tað var verkfrøðingurin, Thomas Telford, sum legði lunnar undir kanalina árini millum 1803 og 1822.