1. september kemur at standa sum ein lagnudagur í føroyskari søgu, tí tann dag fáa vit gylta møguleikan at velja, hvussu vit framyvir vilja byggja land. Føroya fólk velur hendan dag, hvussu vit vilja lata okkara Føroyar til okkara eftirkomarar- og hvørji virðir vit skulu grunda okkara framtíð á.
Føroya fólk fær møguleikan at byggja hetta samfelag upp av nýggjum og verða við til at leggja nýggjar grundarsteinar undir okkara ríka samfelag.
Føroya fólk skal ikki standa á síðulinjuni og verða áskoðari til, at vit lata onnur velja fyri okkum, lata onnur gjalda fyri okkum og lata onnur taka støðu til okkara tjóðskap! Noy, hetta skulu vit sjálvi sum tjóð taka ábyrgd av.
Føroya fólk skal ikki liva í politiskum ruðuleika, har eingin hevur álit á politisku skipanina. Føroya fólk skal ikki livi við, tí veksandi ójavnanum ið stends av, at virðini í samfelagnum samlast á alt færri hondum. Vit skulu ikki spjaðast, men samlast um okkara grundvirðir í Føroyum.
Far á val og vel Paula T. Petersen á list E