TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá dystinum millum AC Horsens og OB, sum endaði við javnleiki 0-0. Talan var um dyst í niðurflytingarbólki 1. Hini liðini í bólkinum eru Randers FC og Esbjerg.
Takkað verið ófantaligum andorianskum spæli farna leygardag var Jóan Símun Edmundsson ikki tøkur at spæla fyri OB. Hallur Hansson spældi allan dystin fyri AC Horsens. Hallur Hansson fekk gult kort í dystinum.
Talan var ikki um tann mest hendingaríka dystin, sum fáu hæddarpunktini eisini geva eitt fingrapeik um.
Komandi fríggjakvøld tekur OB ímóti Esbjerg. AC Horsens vitjar Randers FC á útivølli.
Støðan í niðurflytingarbólki 1, har liðini hava fingið stigini við sær frá grundspælinum:
1 | Randers FC | 0 | 0 | 0 | 0 | 26 - 32 | 33 | |
2 | AC Horsens | 1 | 0 | 1 | 0 | 29 - 45 | 30 | |
3 | OB | 1 | 0 | 1 | 0 | 26 - 32 | 29 | |
4 | Esbjerg fB | 0 | 0 | 0 | 0 | 28 - 48 | 24 |