VIDEO: 30.216 áskoðarar til fyrsta dystin hjá Viljormi í Allsvenskuni

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Hammarby-Helsingborg 2-1 (1-0)

Viljormur í Heiðunum Davidsen spældi seinnapartin í dag sín fyrst dyst í bestu svensku fótbóltsdeildini, Allsvenskuni. 

 

30.216 áskoðarar vóru møttir, og talan var um góðan stemning tá Viljormur og liðfelagarnir í Helsingborg vitjaðu Hammerby á útivølli í dag í fyrsta umfarinum í Allsvenskuni.

 

Hammarby hevði teir flestu stóru málmøguleikarnar og vann eisini 2-1. 

 

Hammarby-Helsingborg 2-1 (1-0)

 

1-0 Gustav Ludwigsson (18.)

 

2-0 Williot Swedberg (90.)

 

2-1 Assad Al Hamlawi (90. +)

 

Viljormur Davidsen spældi allan dystin, og hann legði hegnisliga upp til ein góðan málmøguleika sum tíverri ikki gav nakað mál.

 

Tann málmøguleikin og hini hæddarpunktini síggjast her: 

 

##med2##