Adrian R. Justinussen gjørdist stóra hetjan hjá AC Horsens í donsku superliguni í dag.
Klokkan víst 90 minuttir á Hybel Arena leikvøllinum í Horsens. Støðan var javnleikur 1-1 millum AC Horsens og Lyngby. Tá syrgir Adrian við einari frísparksperlu úr 17-18 metrum fyri sigursmálinum hjá AC Horsens.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-Lyngby 2-1 (1-0). Flotta málið hjá Adrian sæst við 4:03 minuttir.
Adrian kom annars ikki á vøllin fyrrenn 74 minuttir vóru leiktir av dystinum. Sigast má, at hann brúkti tíðina væl.
Kelvin Ehibhatiomhan legði AC Horsens á odda í 15. minutti. Í 66. minutti javnaði Lyngby. Tveir minuttir áðrenn Adrian kom á vøllin brendi Lyngby eitt brotsspark.
Aftaná tveir sigrar á rað er AC Horsens nummar seks í deildini við sjey stigum fyri fimm dystir.
Komandi fríggjakvøld klokkan 18 hevur AC Horsens aftur heimadyst. Tá kemur Viborg á vitjan.











