U21-landsliðsleikarin, Áki D. Samuelsen er glóðheitur í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Í dag skoraði Áki bæði málini, tá lið hansara, Ranheim á EXTRA Arena leikvøllinum í Tróndheimi vann 2-1 á Aalesund. Bæði málini vóru brotsspørk Áki setti í netið.
Aalesund legði seg á odda longu í sjeynda minutti. Áki javnaði til 1-1 í 33. minutti, og hann skoraði sigursmálið heilt móti dystarenda. Talan var um tvey væl tikin brotsspørk.
Áki hevur í níggju dystum í deildini skorað fimm mál, og hevur eisini lagt upp til tvey mál. Bolt.fo skrivaði fyrr í vikuni, at Áki er besti vongurin í næstbestu norsku fótbóltsdeildini.
Ranheim hevði fleiri málmøguleikar enn Aalesund, ið tó hevði bóltin meira í dystinum.
Ranheim er nummar 10 í deildini við 13 stigum fyri níggju dystir. Tó eru bert fýra stig upp til næstfremsta liðið, Start Kristiansand. Lillestrøm er greitt oddalið við 23 stigum.
Nú fer Áki at ferðast heim til Føroya, har hann saman við U21-landsliðshópinum fer at fyrireika seg til EM-undankappingardystin, ið verður leiktur á vøllinum við Djúpumýru, leygarkvøldið 7. juni klokkan 18.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Ranheim-Aalesund 2-1 (1-1):
##med2##