Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona hava vunnið seg víðari í italsku steypakappingini, Coppa Italia.
Á Stadio Marc'Antonio Bentegodi leikvøllinum vann Verona 5-4 á Entella aftaná brotssparkskapping.
Entella legði seg á odda í 16. minutti, men 20 minuttir seinni høvdu Mattia Compagnon og Amin Sarr lagt Hellas Verona á odda 2-1.
Seint í seinna hálvleiki fekk Entella eitt brotsspark, sum teir hjá Verona hildu verða nakað tunt. Brotssparkið sat í netinum, og so var neyðugt við brotsparkskapping.
Andrias var tryggur, tá hann legði Verona á odda 3-2 í brotssparkskappingini. Beint aftaná brendi Entella tað triðja av fimm brotsspørkum, og so vann Verona samanlagt 5-4.
Andrias fær fyri avrik sítt í fyrsta kappingardystinum í hesum kappingarárinum karakterin: 7,0 frá Sofascore og 6,9 (av 10 møguligum) frá Soccerstand.
Komandi sunnukvøld spælir Hellas Verona fyrsta dystin í Seriu B hetta kappingarárið. Talan verður um ein dyst á heimavølli móti Ascoli.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Hellas Verona-Entella 5-4 (2-2 - 2-1):
##med2##











