Annika Olsen, borgarstjóri, er gamal svimarji, og hon hevur eisini luttikið fleiri ferðir á Oyggjaleikunum, og heima við hús eigur hon eisini nøkur heiðursmerki.
Í hesi samrøðuni greiðir hon millum annað frá, at Tórshavnar Kommuna vil gera sítt til, at umstøðurnar hjá ítróttinum í høvuðsstaðnum gerast so mikið góðar, at vit eru før fyri at hýsa Oyggjaleikunum einaferð í framtíðini.