VIDEO: Bárður hevur siglt til Visby

OYGGJALEIKIR: Bárður Simonsen úr Havn hevur siglt úr Helsingør til Visby við báti sínum

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr innslagið og samrøðuna, sum Terji Nielsen og Ísak Z. Laksáfoss hava gjørt við Bárð Simonsen úr Havn umborð á bátinum Karin F.

 

Bárður Simonsen hevur siglt Karin F allan vegin úr Helsingør til Visby í Gotlandi. Á vegnum legði Bárður Simonsen at í Bornholm, og í Kalmar. 

 

Tá oyggjaleikirnir eru lidnir ætlar Bárður Simonsen saman við synunum at sigla gjøgnum Gøta-kanalina og tey stóru svensku vøtnini.