Bodø/Glimt framdi eitt satt bragd í kvøld.
Við sær til Milano hevði Bodø/Glimt eina 3-1 leiðslu móti Inter Milan í Play Off dystunum um rættin at sleppa at spæla í áttandapartsfinalunum.
Bodø/Glimt gjørdi ikki mætari enn eisini at vinna dystin á útivølli móti italska stórliðnum.
Jens Petter Hauge og Håkon Evjen syrgdu við tveimum málum innanfyri 14 minuttir, at Bodø/Glimt legði seg á odda 2-0 í seinna hálvleiki. Inter Milan megnaði bert at svara aftur eina ferð við einum máli hjá Alessandro Bastoni, og so kundu Bodø/Glimt og viðhaldsfólk teirra feira ein samlaðan 5-2 sigur.
HER ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum.
Bodø/Glimt møtir antin Manchester City ella Sporting Lissabon í áttandapartsfinalunum.
HER eru úrslitini, málskjúttarnir og samlaða støðan frá teimum fýra dystunum, ið vóru leiktir í kvøld:
Inter Milan-Bodø/Glimt (samlað 2-5)
0-1 Jens Hauge ('58 )
0-2 Hakon Evjen ('72 )
1-2 Alessandro Bastoni ('76 )
Newcastle-Qarabag 3-2 (2-0) (samlað 9-3)
1-0 Sandro Tonali ('4 )
2-0 Joelinton ('6 )
2-1 Camilo Duran ('51 )
3-1 Sven Botman ('52 )
3-2 Elvin Cafarquliyev ('57 )
Bayer Leverkusen-Olympiakos 0-0 (samlað 2-0)
Atletico Madrid-Club Brügge 4-1 (1-1) (samlað 7-4)
1-0 Alexander Sørloth ('23 )
1-1 Joel Ordonez ('36 )
2-1 Johnny Cardoso ('48 )
3-1 Alexander Sørloth ('76 )
4-1 Alexander Sørloth ('87 )











