VIDEO: Dreymamál hjá Kaj Leo

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Breiðablik-ÍBV, har Kaj Leo í Bartalsstovu skoraði frá 30 metrum

Kaj Leo í Bartalsstovu var við frá byrjan tá lið hansara,  ÍBV ígjár tapti 1-4 ímóti Breiðablik á útivølli. Breiðablik var á odda 1-0 í steðginum. Tá bert tríggir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki javnaði Kaj Leo Í Bartalsstovu fyri ÍBV, men eitt korter seinni var Breiðablik aftur frammanfyri. Heilt ímóti dystarenda fekk Breiðablik tvey mál aftrat, og vann dystin 4-1. 

Málið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu var eitt dreymaskot úr 30 metra fjarstøðu. Kaj Leo í Bartalsstovu hevði eisini onkrar aðrar góðar royndir á málið hjá Breiðablik.

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Njótið skotið hjá Kaj Leo í Bartalsstovu frá 30 metra fjarstøðu.