Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði eitt av fimm teimum bestu málunum í millumumfarinum í U20 EM-endaspælinum í Portugal.
Tað heldur EHF - Eurohandball - rásin á YouTube, ið hevur valt fimm tey bestu málini.
Topp-5 málið hjá Eliasi var skotið í 33-31 (16-16) sigrinum á Noregi í millumumfarinum. Talan var um eitt framúr gott undirhondsskot, ið Elias sendi í netið hjá norðmonnum.
Klokkan 18.30 í kvøld spæla Føroyar móti Slovenia um 9. og 10. plássið. Kvf.fo vísir dystin.
HER ber til at síggja topp-5 málini í millumumfarinum, ið EHF hevur valt:
##med2##