Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í THW Kiel spældu í kvøld dyst á heimavølli móti Porto í millumbólki 3 í EHF European League.
Tað endaði við trivaligum 32-22 sigri til Kiel. Porto var munandi betri við í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Kiel frammanfyri 14-12.
Elias var toppskjútti hjá Kiel við seks málum.
Kiel og Melsungen eru fremst í bólkinum við sjey stigum hvør fyri fýra dystir. Porto hevur tvey stig, og Vojvodina hevur einki stig.
Í millumbólki 4 leiktu Jóhan á Plógv Hansen og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt javnleik 34-34 móti Toulouse. Heimaliðið var á odda 19-18 í steðginum,
Jóhan skoraði trý mál.
Flensburg er fremst í bólkinum við sjey stigum. Toulouse hevur fimm stig, Gummersbach hevur fýra stig, og aftast er Tatabanya við ongum stigi.
HER ber til at síggja ein samandrátt hjá Eurohandball frá dystinum Kiel-Porto 32-22 (14-12). Við 2:01 minuttir sæst Elias skjóta eitt sera flott mál. Hann sæst eisini í álopsstøðum aðrastaðni í samandráttinum:
##med2##
HER ber til at síggja ein samandrátt hjá Eurohandball frá dystinum Flensburg-Toulouse 34-34 (19-18). Við 1:27 minuttir sæst Jóhan skjóta eitt framúr gott mál:
##med3##