VIDEO: Enn eitt frálíkt mál hjá Patriki fyri Keflavík

(Video) Síggj hæddarpunktini frá dystinum Keflavík-Breiðablik 2-3 (1-1)

Ígjár var føroyski landsliðsáleyparin, Patrik Johannesen aftur á blettinum, tá hann og liðfelagarnir í Keflavík taptu tepurt 2-3 fyri oddaliðnum, Breiðablik á heimavølli. Tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik var Patrik spældur leysur av liðfelaganum, Adam Árna Robertsson. Patrik sveik ikki álitið og skoraði sjeynda málið fyri Keflavík í bestu íslendsku deildini hetta kappingarárið.

 

Tá 72 minuttir vóru farnir fekk Breiðablik ein mann vístan av vølli, men Keflavík megnaði ikki at halda tørn, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Breiðablik sigursmálið uppá brotsspark. Teir í Keflavík mótmæltu brotssparkinum, ið teir hildu vera alt ov hart dømt. 

 

HER  ber til at síggja málini frá dystinum. 

 

Keflavík 2 - 3 Breiðablik

 

 0-1 Omar Sowe ('10)

 

 1-1 Adam Árni Róbertsson ('27)

 

 2-1 Patrik Johannesen ('48)

 

 2-2 Höskuldur Gunnlaugsson ('81)

 

 2-3 Höskuldur Gunnlaugsson ('91, br.sp)