Gurkan Baaskan, sum er U17 spælari hjá turkiska stórfelagnum, Fenerbache gjørdi í vikuskiftinum eina ræðuliga grova og ófantaliga takling ímóti einum mótspælara, sum spælir við U17 liðnum hjá Galatasaray.
Ein tekur seg til høvdið tá ein sær taklingina, men ein tekur seg enn meiri til høvdið tá ein sær, at dómarin gevur bara Gurkan Baaskan tað gula kortið fyri eina tað sera grovu og ófantaligu taklingina.
Fenerbache og Galatasaray eru erkafíggindar í turkiskum fótbólti, og staðfesast má, at tað sæst eisini aftur á hesari upptøkuni.
Eitt sindur av rættvísi sigraði tó í hesum U17 dystinum. Galatasaray vann dystin 2-0.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj skelkandi hendingina frá U17 dystinum millum Fenerbache og Galatasaray.