VIDEO: Fimm minuttirs samandráttur: Sheriff-KÍ 2-1 (1-1)

(Video) Síggj samandráttin hjá Sheriff Tiraspol frá seinna Europa League Play Off dystinum millum Sheriff Tiraspol og KÌ

KÍ fall við æru í seina Europaa League Play Off dystinum móti sterkari mótstøðu eysturi í Transnistria ígjárakvøldi. KÍ tapti tepurt 1-2 fyri Sheriff Tiraspol, ið hevur væl av bólkaspælsroyndum í Evropa.

 

Hevði Jákup Biskopstø Andreasen stútað bóltin í netið til 2-0 í fyrra Play Off dystinum á Tórsvølli kundi nógv verið øðrvísi. Men nú fer KÍ í holt við eitt spennandi bólkaspæl í Europa Conference League, har teir møta Lille, Slovan Bratislava og Olimpic Ljubjana. 

 

Sheriff Tiraspol - KÍ  2 - 1  (1 - 1) - Seinni Europa League Play dysturin - Sheriff vinnur samlað 3-2

 

1-0 Henrique Luvannor br. (16.)

 

1-1 Luc Kassi (34.)

 

2-1 Armel Zohouri (74.)

 

Sheriff Tiraspol hevur lagt ein fimm minuttirs samandrátt út frá dystinum, har teir ikki vísa støðuna sum førdi til brotssparkið, ið gav Sheriff eina 1-0 leiðslu. Hví tað er kann ein bara gita um? Um ein sær burturfrá tí er talan um ein dygdargóðan samandrátt:

 

##med2##