Tað gongur væl fyri tíðina hjá Mikkjali K. Thomassen, ið er høvuðsvenjari hjá svenska høvuðsstaðarfelagnum, AIK Stockholm.
Seinnapartin vann AIK fimta dystin á rað - fjórða dystin á rað í bestu svensku fótbóltsdeildini - tá AIK á heimavøllinum, Strawberry Arena vann 2-1 á Brommapojkarna, ið eisini er eitt lið úr Stokhólmi.
Brommapojkarna løgdu seg á odda 1-0 longu í níggjunda minutti. Ioannis Pittas javnaði til 1-1 í 34. minutti aftaná eitt væl spælt álop, ið Mikkjal stórfegnaðist um. Sigursmálið skoraði Anton Jonsson Saletros í tíðini dómarin hevði lagt aftrat í fyrra hálvleiki við einum beinleiðis frísparki.
AIK er nú nummar fimm í Allsvenskuni við 32 stigum fyri 20 dystir. Bert trý stig eru upp til Hammarby, ið er á triðja plássinum sum gevur atgongd til evropeiskan fótbólt.
Komandi leygardag klokkan 14 spælir AIK á útivølli móti Värnamo, ið liggur triðaftast í deildini við 20 stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-Brommapojkarna 2-1 (2-1). Hugtakandi at síggja Mikkjal stórfegnast um 1-1 málið:
##med2##