VIDEO: Fjórði sigurin á rað hjá Grimsby

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Grimsby Town-Barnet 1-0 (0-0)

 

 

Fjórði dystin á rað fór liðið hjá David Geza Turi, Grimsby Town av vøllinum sum sigrandi liðið.

 

Geza fekk 70 minuttir á vøllinum, tá Grimsby í dysti á heimavølli í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini vann 1-0 á Barnet. Jayden Sweeney skoraði sigursmálið við einum væl plasseraðum skoti tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Hetta er fimti dysturin á rað, at Geza fær spælitíð, og í øllum fimm dystunum hevur Grimsby fingið úrtøku.

 

Grimsby er nummar nummar 11 í deildini við 37 stigum. 

 

Komandi leygardag klokkan 15 spælir Grimsby dyst á útivølli móti Cheltenham.

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Grimsby Town-Barnet 1-0 (0-0). Geza sæst við nummar 15 á rygginum:

 

##med2##