Hon stúrir fyri sínum heimlandi og sigur, at hon stúrir fyri tí ringasta.
Tv2.no hevur skift orð við 24 ára gomlu kvinnuna, norsk/ grønlendsku, Ukaleq Slettemark.
- Eg haldi, at hann er ein ræðuligur maður. Tað er eingin, eg hati meira enn Donald Trump, sigur hon.
Í samrøðuni verður sagt um Ukaleq Slettemark, at hon er grønlendsk, og at hon stúrir fyri tí, sum gongur fyri seg í heimlandinum.
- Hetta er óhugnaligt. Eg royni so væl, sum eg kann at hava fokus á mítt arbeiði, men hetta er trupult, og eg fylgi væl við í miðlunum.
##med2##
Hon sigur seg stúra fyri tíðini, sum liggur fyri framman í Grønlandi.
Landið, har hon hevur sínar røtur, er vorðið eitt "drama" - við nógvum ósvaraðum spurningum.
Umsitingin hjá Donald Trump, forseta í USA, hóttir við at taka Grønland - antin við góðum ella við makt.
Forsetin hevur ferð eftir ferð sagt, at USA tørvar Grønland, og hann hevur enntá sagt, at USA má hava Grønland.
Lesið alla samrøðuna við Ukaleq Slettemark um hesa leinkju - https://www.tv2.no/sport/jeg-er-kjemperedd/18470545/












