Fleiri politikarar, teirra millum Jens-Frederik Nielsen, formaður í grønlendska stjórnini, vóru leygardagin til mótmælisgongu í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk.
Her vístu grønlendingar sína mótstøðu móti amerikanska forsetanum, Donald Trump, og kravi hansara um, at USA yvirtekur Grønland.
Tað upplýsa DR og grønlendski miðilin KNR.
Sambært DR møtti Jens-Frederik Nielsen til mótmælisgonguna við megafoni í hondini. Hann hevði eisini eitt grønlendskt flagg við sær.
– Framtíð okkara er avgjørd av okkum, rópti forsætisráðharrin inn í megafonina.
Nógv vóru komin at luttaka í mótmælisgonguni í Nuuk, og myndir úr grønlendska høvuðsstaðnum vísa, at gøturnar vóru fullar av fólki.
Mótmælisgongan byrjaði umleið klokkan 13 lokala tíð - klokkan 15 okkara tíð.
Umframt mótmælisgongu í Nuuk fóru grønlendingar eisini út á gøturnar í býunum Qaqortoq, Aasiaat, Sisimiut og Ilulissat, skrivar Sermitsiaq.
Grønlendska blaðið tosaði við fleiri luttakarar á mótmælisgonguni. Ein teirra er Karren Jessen, sum var komin við familjuni.
– Eg trúgvi, at um USA keypir okkum, so verða vit trokað út sum fólk. Tað er fyri okkara eftirkomarar, at eg eri her, segði hon.
Ein onnur familja hevði havt eitt skelti við áskriftini "Grønland er ikki til sølu" - Grønland er ikki til sølu.
Mótmælisgongan endaði uttan fyri amerikanska konsulátið í Nuuk.
Áðrenn mótmælisgongurnar byrjaðu í Grønlandi, fóru fleiri hundrað fólk út á gøturnar í Keypmannahavn, Århus, Odense og Aalborg í Danmark fyri at vísa sín stuðul til grønlendingar og fyri at bera fram atfinningar móti USA.
Síðani hevur Trump hert stríðið millum Danmark og USA um Grønland við einum uppslagi á sosiala miðlinum Truth Social.
Her skrivar hann, at hann fer at leggja tíggju prosent toll oman á vørur úr Danmark og fleiri øðrum evropeiskum londum orsakað av støðuni kring Grønland.
/Ritzau/











