Noreg hevur saman við Fraklandi vunnið seg víðari úr EM-bólki C til millumumfarið.
Norsku vertirnir høvdu í kvøld tungt hoyggj við Kekkia í Unity Arena uttanfyri Oslo. Kekkiski málverjin, Tomáš Mrkva bjargaði 37 prosent av málroyndunum, og tað forðaði norsku favorittunum at draga frá kekkunum. Í steðginum var støðan javnleikur 16-16. Lukkutíð fyri Noreg svaraði teirra málverji, Torbjørn Bergerud aftur við at bjarga 41 prosent av málroyndunum. Tað endaði við, at Noreg til stóra gleði fyri heimafjøldina vann dystin 29-25.
August Pedersen var við níggju málum toppskjútti hjá Noregi. Toppskjútti hjá Kekkia við sjey málum var Jonáš Josef.
Fyrr í dag vann Frakland stórsigur 46-26 á Ukraina. Í steðginum var Frakland á odda 24-12. Talan var um ein EM-metsigur.
Melvyn Richardson, Benoît Kounkoud og Dylan Nahi vóru toppskjúttar hjá Fraklandi við seks málum hvør. Dmytro Artemenko var við átta málum toppskjútti hjá Ukraina.
Frakland og Noreg hava fýra stig hvør, meðan Kekkia og Ukraina einki stig hava.
Skráin fyri bólk C:
15. januar: Frakland – Kekkia 42-28
15. januar: Noreg – Ukraina 39-22
17. januar: Ukraina – Frakland 26-46
17. januar: Kekkia – Noreg 25-29
19. januar: Kekkia – Ukraina, kl. 17.
19. januar: Frakland – Noreg, kl. 19.30.
HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Kekkia-Noreg 25-29 (16-16):
##med2##











