Nigeria vann bronsu í afrikanska endaspælinum

Egyptaland fekk einki heiðursmerki á hesum sinni

 

Mynd: Ritzau Scanpix

Leygardagin var bronsudysturin leiktur í afrikanska endaspælinum í fótbólti hjá monnum millum Nigeria og Egyptaland.

 

Í vanligu leiktíðini var einki mál skotið á Stade Mohamed V leikvøllinum í Casablanca í Marokko, og so endaði uppgerðin við brotssparkskapping.

 

Í brotssparkskappingini setti Nigeria fýra av fimm brotsspørkum í netið, meðan Egyptaland bert megnaði at skora upp á tvey av fýra brotsspørkum.

 

Mohamed Salah var annar av leikarunum, ið brendu hjá Egyptalandi.

 

Í kvøld klokkan 19 verður finalan millum vertstjóðina, Marokko og Senegal leikt á Stade Prince Moulay Abdallah leikvøllinum í Rabat.

 

 

 

 

 

Mynd: Ritzau Scanpix