58 fólk vóru við flogfarinum, sum í morgun datt niður í Keelung i ánna í høvuðsstaðnum í Taiwan.
Flogfarið, sum kom av oynni Kinmen, rakti eina brúgv á einum motorvegi, áðrenn tað datt niður í ánna.
Bjargingarfólk hava higartil funnið 13 lík.
Ein hýruvognur, sum koyrdi á motorvegsbrúnni, varð raktur av flogfarinum, men førarin yvirlivdi hendingina.
Við at trýsta á pílin í myndini omanfyri ber til at síggja upptøku av tilburðinum.