Tað skuldi verið ein spennandi og javnur dystur, tá týsku meistararnir 2025, Füchse Berlin við Hákun West av Teigum á liðnum tók ímóti týsku meistarunum 2024, Magdeburg í Max Schmelling høllini í Berlin.
Men tað bleiv veruliga ongantíð spennandi. Í fyrra hálvleiki var Magdeburg flúgvandi, og í steðginum var útiliðið frammanfyri 22-13. Füchse Berlin fekk steðgað bløðingini nakað í seinna hálvleik, og slapp við einum 32-39 tapi. Eitt skiftið í seinna hálvleiki vóru 12 mál á muni.
Hákun skoraði eitt mál upp á tvær málroyndir.
Magdeburg hevur seks stig fyri tríggjar dystir, og teir vera ringir at steðga hetta kappingarárið. Füchse Berlin hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.
Hákun og liðfelagarnir mugu skjótt upp á hestin aftur. Komandi hóskvøld klokkan 19.45 spæla teir fyrsta dystin í bólki A í Champions League. Dysturin verður á útivølli móti franska liðnum, Nantes.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Füchse Berlin-Magdeburg 32-39 (13-22):
##med2##