VIDEO: Fyrsta málið hjá Halli í bestu íslendsku fótbóltsdeildini

(Video) Síggj málini hjá Halli Hansson og Mikkel Dahl sum vóru skotin í dystinum KR-Leiknir 1-1 (1-0)

Hallur Hansson skoraði ígjár sítt fyrsta mál fyri KR í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, tá lið hann og liðfelagarnir í KR á heimavølli leiktu javnleik 1-1 móti Leiknum. 

 

Tá 10 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki legði Hallur úr stuttari fjarstøðu KR á odda 1-0. Lítlu løtu seinni hevði Hallur ein góðan stútara móti málinum hjá Leiknum, men bólturin fór tíverri framvið málinum.

 

Tá níggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki var tað toppskjúttin í Betrideildini í fjør, Mikkel Dahl sum javnaði fyri Leiknir. Talan var eisini um fyrsta málið hjá Mikkel Dahl í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. 

 

HER ber til at síggja málini hjá Halli Hansson og Mikkel Dahl: 

 

##med2##