Mótstøðuliðini hjá Føroyum í bólki C í fjórðu deild í Nations League meina tað í álvara.
Mótstøðuliðið hjá Føroyum 7. september á Tòrsvølli, Malta spældi ímóti Armenia við Henrik Mkhitaryan á liðnum í Wattens í Eysturríki. Malta fekk góðan javnleik 1-1, og sendi eitt signal um, at teir skulu takast í álvara. Ivan Yagan legði Armenia á odda tá 13 minuttir vóru farnir av dystinum. Royndi verjuspælarin hjá Malta, Andrei Agius javnaði uppá brotsspark tá bert ein minuttur var farin av seinna hálvleiki.
TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og siggj málini frá dystinum millum Malta og Armenia.
Kosovo sum Føroyar møta á útivølli 10. september vísti í kvøld, at teir skulu takast í størsta álvara. Kosovo vann í Zürich í Sveis ein trivaligan 3-0 sigur á Albania. Arber Zanelli skoraði tvey tey fyrru málini. Fyrra málið skoraði hann í 20. minutti, og tað seinna í 51. minutti. Eden Zhegrova staðfesti sigurin tá 67 minuttir vóru farnir.
HERsíggjast málini hjá Kosovo, tó ikki í so góðari góðsku.
Aserbadjan sum Føroyar møta á Tòrsvølli 11. oktober vann eisini ein trivaligan sigur í dag. Á olympiska leikvøllinum í Baku vann Aserbadjan 3-0 á Kirgistan. Maksim Medvedev legði Aserbadjan á odda tá 17 minuttir vóru farnir. Mahir Madatov økti til 2-0 tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini, og løtu seinni staðfesti Urfan Abbasov sigurin.
HER síggjast málini Aserbadjan fekk ímóti Kirgistan.
5. juni spælir Aserbadjan á útivølli ímóti Kasakstan, og 9. juni spælir Aserbadjan á útivølli ímóti Lettlandi. 3. juni spælir Kosovo á heimavølli ímóti Fílabeinsstrondini. 1. juni spælir Malta á heimavølli ímóti Georgia, og 4. juni spælir Malta á útivølli ímóti Moldova.
Fjórða liðið í bólki 3 í Nations League 4. deild, Føroyar spælir ongan dyst fyrrenn 7. september, tá Malta á Tórsvølli verður fyrsta mótstøðuliðið í Nations League kappingini.
Skráin hjá Føroyum í Nations League 4. deild, bólki 3:
Fríggjadagin 7/9: Føroyar - Malta
Mánadagin 10/9: Kosovo - Føroyar
Hósdagin 11/10: Føroyar - Aserbadjan
Sunnudagin 14/10: Føroyar - Kosovo
Leygardagin 17/11: Aserbadjan - Føroyar
Týsdagin 20/11: Malta - Føroyar