Liðið hjá David Geza Turi, Grimsby Town vann seg ígjár víðari í FA Cup kappingini.
Í triðja umfarinum hevði fjórðideildarliðið, Grimsby dyst á heimavølli móti Weston-super-Mare, ið spælir í sættubestu deildini.
Tað eydnaðist Grimsby at vinna ein tepran 3-2 sigur, har undirtippaðu gestirnir javnaðu til bæði 1-1 og til 2-2. Triðju ferð megnaðu teir tó ikki at svara aftur.
Charles Vernam, Jaze Kabia og Kieran Green syrgdu fyri málunum hjá Grimsby.
Tá Geza slapp á vøllin í 84. minutti var støðan javnleikur 2-2. Tveir minuttir seinni skoraði Kieran Green sigursmálið.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 3-2 sigrinum hjá Grimsby:
##med2##










