Tottenham vann sunnudagin ein sera týdningarmiklan 1-0 sigur á Manchester City á heimavølli í Premier League.
Umframt at vera ein týdningarmikil sigur fyri at røkka fýra teimum fremstu plássunum í Premier League, so gjørdist eisini talan um ein ógvuliga søguligan dyst.
Tá Harry Kane skoraði sigursmálið longu í 15. minutti tók hann málmetið hjá Jimmy Greaves, sum tann spælarin sum hevur skorað flest mál fyri Tottenham.
Millum 1961 og 1970 skoraði Jimmy Greaves 266 mál fyri Tottenham í liguni, steypakappingum og í evropeiskum dystum. Í 53 ár var Jimmy Greaves sum doyði í 2021 søguligi toppskjúttin hjá Tottenham.
Málið hjá Harry Kane ígjár var mál nummar 267 í Tottenham-troyggjuni.
Málið var eisini mál nummar 200 hjá Harry Kane í Premier League. Alan Shearer eigur metið við 260 málum, og Wayne Rooney er næstfremst við 208 málum.
HER ber til at síggja søguliga málið hjá Harry Kane:
##med2##