Tórshavnar kommuna skrivar, at í nógv ár hevur tað verið eitt ynski hjá Djóraverndarfelagnum at finna eitt hóskandi øki til hetta, men tað er ongantíð eydnast at finna rætta økið.
Ynskið er at byggja eitt herberg til djórini uppá umleið 400 fermetrar. Samanlagt er tørvur á einum øki uppá umleið 6.000 fermetrar.
Økið, sum kommunan er sinnað at loyva Djóraverndarfelagnum at byggja á, er við Stiðjagøtu á matr. nr. 1078, ið er leigutrøð, sum í løtuni er leigað út til privatpersón. Núverandi leigari er sinnaður at lata part av trøðni. Tískil skal ein partur av trøðni frámatrikulerast til Djóraverndarfelagið.
Aktingarmaðurin hevur matrikulin beint við síðuna av til upptøkutrøð, og tí verður mett sum upplagt, at Djóraverndarfelagið eisini verður staðsett har.
Málið hevur verið til hoyringar hjá grannanum, sum mælir frá at hava slíkt virksemi á staðnum, millum annað tí annað djórahald er í umráðnum.
Mett verður tó ikki, at virksemið hjá Djóraverndarfelagnum fer at órógva annað djórahald nærhendis. Víst verður eisini á, at kommunan hevur eina sokallaða hundatrøð í Havnardali, har fólk rokast við hundum. Hendan trøðin er staðsett mitt millum annað djórahald, sum ikki verður mett órógvað av hesum virkseminum.
Býráðið samtykti mikukvøldið málið við átta atkvøðum fyri og fimm ímóti.