VIDEO: Kvinnulandsliðið er væl fyri eftir drúgva ferð

(Video) Síggj og hoyr samrøðu við landsliðsvenjaran, Pætur S. Clementsen

Mynd: FSF

FSF skrivar:

 

Føroyska kvinnulandsliðið leggur í løtuni seinastu hond á fyrireikingarnar til UEFA Nations League dystin ímóti Moldova, sum verður á Zimbru Stadion í Chisinau í morgin, fríggjadagin klokkan 18:00. Dysturin verður stroymdur á KvF.fo

 

– Vit hava fyrireikað okkum upp á eitt sindur av hvørjum, men vit vænta ein javnan dyst. Tað sigur landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Smith Clementsen millum annað í samrøðu við FSF Varpið undan UEFA Nations League dystinum móti Moldova.

 

Føroyski hópurin kom til moldoviska høvuðsstaðin Chisinau seinnapartin týsdagin, og síðani hava tríggjar venjingar verið á skránni.

 

Og hóast eina drúgva ferð, so eru allar væl fyri, og vónandi verður úrslitið av dystinum í apríl mánað endurtikið, tá Føroyar vunnu 2-0 á Moldova á Tórsvølli.

 

Dysturin millum Moldova og Føroyar verður stroymdur á kvf.fo. Veljið “sjón” og síðani KVF 2. Skrivar FSF.

 

HER ber til at síggja og hoyra samrøðuna FSF-Varpið hevur gjørt við Pætur S. Clementsen undan dystinum móti Moldova:

 

##med2##

 

Mynd: FSF