VIDEO: Lyngby presenterar Petur Knudsen við flottum videobroti

(Video) Lyngby hevur gjørt eitt sera flott introduksjóns-videobrot við Peturi Knudsen

Tað er nú greitt, at Petur Knudsen verður partur av hópinum hjá Lyngby BK í næstbestu donsku fótbóltsdeildini tvey tey komandi kappingarárini.

 

Í samband við skiftið hevur Lyngby gjørt eitt flott introduksjóns-videobrot, har komandi Lyngby-spælarin verður presenteraður.

 

Videobrotið sæst her: 

 

##med2##

 

 

 

- Vit hava leita eftir einum málskjútta, ið kann skapa nakað meira av diversiteti í okkara álopi. Og hann hava vit funnið í Peturi, sum kann spæla á ymiskum plássum. Hann er enn eitt talent, men hann er búgvin og vit vænta, at hann tekur tað næsta fetið hjá okkum. Hann hevur longu prógvað hvørjar dygdir hann hevur, og vit gleða okkum til at fáa hesar dygdirnar at síggja á liðnum hjá okkum, sigur Niclas Kjeldsen, talentstjóri hjá Lyngby við heimasíðu felagsins.

 

Niclas Kjeldsen væntar eisini, at Lyngby kann vera við til at fremja, at Petur Knudsen gerst ein fastur maður á A-landslliðnum hjá Føroyum. Niclas Kjeldsen avdúkar, at teir í Lyngby hava leingi hildið eygað við gongdini hjá Peturi Knudsen, og tí er tað ein serlig gleði at fáa hann til felagið.