Føroyski landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge spældi seinnapartin fyrsta kappingardystin í norskum fótbólti.
Á heimavølli á Marienlyst leikvøllinum í Drammen vunnu Mattias og liðfelagarnir í Strømsgodset 2-1 á Stabæk.
Mattias hevði bjargingar í dystinum, men tá Jacob Hanstad legði Stabæk á odda sá Mattias ikki gott út í tí støðuni. Miðskeiðis í seinna hálvleiki javnaði Lars Christopher Vilsvik til 1-1 við einum góðum skoti. Tá 81 minuttir vóru leiktir var føroyavinurin, Sebastian Pingel árvakin í brotsteiginum hjá Stabæk og fekk beint bóltin í málið.
Komandi leygardag klokkan 13 spælir Strømsgodset dyst á útivølli móti Haugesund.
HER ber til frá norska TV2 at síggja hæddarpunktini frá dystinum Strømsgodset-Stabæk 2-1 (0-0). Góðar bjargingar hjá Mattiasi síggjast eisini í samandráttinum:
##med2##











